Annað

SÍa er føroyameistari í flogbólti fyri gentur 12

KÍFa - SÍa: 0-2 (17-25, 16-25).

2023-03-27 08:30 Author image
Innsent
placeholder

Næstsíðsti FM-finalu dystur fyri yngru deildirnar í Trongisvági var í bólkinum Gentur 12 millum bestu liðini hjá KÍF úr Kollafirði og SÍ úr Sørvági.

Tað vóru sørvágsgentur, sum fóru avtstað við føroyameistaraheitinum, tá SÍa vann 2-0 á KÍF a.

SÍ legði seg munandi á odda í fyrsta setti, og sá leingi út til at vinna hetta settið stórt. Genturnar úr Kollafirði kempaðu seg tó innaftur í dystin.

Annað settið var sera líkt fyrsta settinum, har SÍa legði seg greitt á odda, ímeðan KÍFa royndi at fylgja við.

Genturnar úr Sørvági hava eisini vunnið steypafinaluna og eru tær tí greipuvinnarar.

Venjari hjá SÍ a er Annika á Stongum, sum eisini er hjálparvenjar hjá A-landsliðunum við kvinnum og venjari hjá KÍF a er Jana Jacobsen, sum til dagligt starvast hjá Flogbóltssamband Føroya.

Dagsins leikari fyri SÍa varð Anna Katrina í Haraldstovu og dagsins leikari fyri KÍFa varð Maria Kristensa.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder