Eingin ólavsøka uttan siðbundnu ólavsøkurenningina, og í ár er 27.juli ein leygardag, og tá liggur væl fyri at renna við hjá teimum flestu.
Karmarnir um renningina eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki
minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum heraðshornum plaga at luttaka, og
hjá fleiri er hetta byrjanin til ólavsøkuna.
Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 kilometrar, og kann tað viðmælast ungum, sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við.
Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn eina ferð er tað hent, at
onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað.
Børnini renna styttri enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 430 metrum til 1,3 kilometrar. Børnini byrja og renna klokkan 18 og tey vaksnu renna klokkan 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum verða handa hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.
- Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til ólavsøkurenningina, tí hetta er startskotið til
ólavsøkuna.
Tilmeldingin er latin upp og vóna, at teyt sum fegin vilja luttaka, melda til í góðari tíð. Tá er lættari at skipa fyri. Eingin tilmelding verður á staðnum.
Leinkjan til tilmelding er HER
Meira verður at frætta um heintan av start nummarinum og hvussu kappingin fer at
ganga fyri seg.
Bragdið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald