Fótbóltur

Síðsta venjingin í oysandi regni

Mikudagin skipaði FSF fyri seinastu úrvalsvenjing áðrenn summarsteðgin, og hóast regnið oysti niður, so vóru tey ungu sera hugagóð at luttaka í venjingunum.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2023-06-25 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Hvønn mikudag skipar Fótbóltssamband Føroya fyri úrvalsvenjingum á Tórsvølli og á Svangaskarði á Toftum. Tað er fótbóltsdeildin hjá FSF, ið stendur fyri úrvalsvenjingini, ið er ætlað U15-aldursbólkunum hjá bæði gentum og dreingjum.

Farna mikudag var seinasta venjingin hesumegin summarsteðgin á skránni, og hóast regnið oysti niður, so vóru tey ungu sera hugagóð at luttaka í venjingunum.

Áðrenn sjálva venjingina bleiv skipað fyri lítlari framløgu, har dentur varð lagdur á týdningin av at liva rætt sum fótbóltsspælari, um ein ynskir at røkka hægri tindum.

– Úrvalsvenjingin er eitt eyka tilboð til hendan aldursbólkin, samstundis sum hetta er ein kærkomin møguleiki at venja saman við teimum bestu í hinum feløgunum. Samskiftið við feløgini hevur eisini verið sera gott, so hetta fær góða undirtøku frá øllum pørtum, sigur Jógvan Martin Olsen, ið er fakligur samskipari av úrvalsvenjingini.

Eftir ætlan verða regluligu úrvalsvenjingarnar tiknar upp aftur 23. august, og síðani verður vant til seinast í november.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder