Annað

Sigfríður Clementsen: Síggja jaligt uppá tað og trúgva uppá tað

Venjarin hjá Vìkingi leggur dent á, at uppgerðin skal liva eftir dystin týskvøldið á Svangaskarði.

Sigfríður Clementsen og Víkingur fyrireika seg nú til stóru evropeisku uppgávuna
(Mynd: Sverri Egholm)

Sigfríður Clementsen og Víkingur fyrireika seg nú til stóru evropeisku uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-08 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskvøldið skal Víkingur royna seg í Evropa aftur. Seinastu árini hevur Víkingur veruliga gjørt vart við seg í evropeiskum fótbólti. Fyrst í Europa League og so í fjør í Champions League sum føroyskur meistari. 

Aftur í ár skal Víkingur umboða føroyskan fótbólt í Champions League. Uppgávan í fyrsta undanumfarið er HJK Helsinki, og Víkingur hevur heimavøll fyrst. Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Sigrfríður Clementsen, staðfestir, at finska meistaraliðið verður ein sera trupul, men ikki ómøgulig uppgáva:

- Teir eru eitt sterkari lið og spæla í einari sterkari deild enn vit. Finska deildin er á væl hægri støðið enn tann føroyska deildin. HJK er eitt stórfelag og eitt støðugt oddalið í Finnlandi. Vit kundu eisini trekt lið sum Malmo og Rosenborg, og tað er umkring har HJK er. Tað er sjálvandi ikki heilt uppi í elituni í Evropa, men tað er avgjørt eitt gott lið.  

Sigfríður staðfestir, at fyrireikingarnar líkjast teimum vanligu fyrireikingunum upp ímóti einum “vanligum” dysti. Men tað merkist tó, at talan er um eina heldur ørvísi uppgávu:

- Fyrireikingarnar eru ógvuliga líkar teimum vanligu. Tað er tó so, at ein hugsar um fleiri ting. Vit kunnu ikki vera naivir, tá vit spæla slíkan dyst, tí so verða vit runnir umkoll. Vit hugsa meira um tað defensiva; at liðið er vælskipað o.s.fr.

Sigfríður Clementsen kom sum venjari víðari í 2005 og 2006 við B36. Og í 2013, og tvær ferðir í 2014  førdi hann Víking víðari í Evropa League. Í fjør kom Víkingur eisini víðari í fyrsta undanumfarið í Champions League, og var tíggju minuttir frá at sláa FH út úr 2.undanumfarið. Vit spurdu 45-ára gamla venjaran, um tað hevur nakran týdning. at hann og felagið hava nógvar góðar og væleydnaðar roynir í Evropa

- Sjálvandi er tað jaligt, at leikarar hava royndir í Evropa. Tað hava vit brúk fyri,  tá man kemur undir trýst, sum man kemur í slíkum dystum. Júst í ár er eitt sindur av broyting í við tað at royndir leikarar í felagnum frá undanfanu árum ikki spæla longur. Men Víkingur er ógvuliga væl fyri. Vit hava framvegis fleiri royndir, og so er tað fyrstu ferð hjá nøkrum í Evropa, og teir koma inn við nýggjum energi, og kann eisini geva nakað eyka

- Vit vita at hetta er ein stór uppgáva, men vit hava megna tað fyrr. Í 2013 slóu vit finska Inter Turku út. Hóast hetta er ein størri uppgáva, so síggja vit jaligt uppá tað og trúgva uppá tað. So at siga alt skal rigga, um vit skulu møguleika. Vit skulu hava høvdið við. Um vit ikki levera og spæla upp til okkara besta, so verða vit runnir umkoll.

Til seinast segði Sigfríður Clemensten, at tað mest týdningarmikla er, at Víkingur skal hava ein møguleika, tá farið verður til Finnlands, og at víkingarnir skulu tora at spæla sín møguleika:

- Tað sum er umráðandi viðvíkjandi útgangsstøði, er at dysturin skal liva aftaná seinasta bríksl týskvøldið. Vit skulu yvir til Finnland og spæla ein dyst, har nakað veruliga er uppá spæl. Tað verða ikki vit sum avgera, hvussu dystarmyndin er; tað er tað sterkara liðið. Tað kann verða, at teir lata okkum sleppa inn í dystin av álvara. So skulu vit eisini tora at hava bóltin og spæla okkara møguleika.

Víkingur hevur allar mans tøkan uttan Andreas Lava Olsen. Hann fekk reytt kort ímóti FH á Tórsvølli í fjør, og hevur tí leikbann.

Dysturin ímillum Víking og HJK Helsinki týskvøldið verður á Svangaskarði. Hann byrjar klokkan 19.00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder