Hesa vikuna verða Virtus Global Games hildnir í Vichy í Fraklandi. Hetta eru leikir, har úrvalsítróttarfólk við menningarórógvi kappast.
Hetta er 6. ferð, at skipað verður fyri Virtus Global Games, og fyri aðru ferð luttekur føroyska Signa Vár Dávadóttir, skrivar Parasport Føroyar í tíðindaskrivi.
Hon luttók eisini fyri fýra árum síðani, tá leikirnir vóru í Brisbane í Avstralia. Tá var Signa Vár í toppformi, og kom heimaftur við heili níggju heiðursmerkjum.
Signa Vár svimur í klassa II3 sum er fyri fólk við vanligum intelligensi men sum eru innan autismuspektrið.
Kappingarnar hjá Signu Vár byrja í dag, og halda fram alla vikuna. Skráin og beinleiðis stroyming er at finna her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald