Fótbóltur

Signe hevur havt sínar fyrstu venjingar

28 spælarar vandu við mikudagin. Hetta er liður í fyrireikingunum til Nations League í heyst og í vetur.

36-ára gamla Signe Pries Andersen úr Danmark hevur nógvar royndir sum spælari og tekur í løtuni UEFA Pro-prógv (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

36-ára gamla Signe Pries Andersen úr Danmark hevur nógvar royndir sum spælari og tekur í løtuni UEFA Pro-prógv (Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2023-08-17 13:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Signe Pries Andersen varð miðskeiðis í mars sett sum nýggjur A-landsliðsvenjari hjá kvinnum. Vegna starvið hjá DBU kundi hon tó ikki av álvara byrja fyrrenn í summar. Nú hevur 36-ára gamla danska kvinnan havt sínar fyrstu venjingar við føroyska hópinum.

Sum spælari hevur Signe Pries Andersen umboðað donsku feløgini Vejle BK, SønderjyskE, Brøndby IF og Kolding Q, og hon hevur eitt nú vunnið fimm donsk meistaraheiti og spælt fjórðingsfinalur og hálvfinalur í UEFA Champions League við Brøndby IF fyrst í 10’unum. Útbúgvingarliga tekur hon í løtuni UEFA Pro-venjaraprógv, umframt at Signe hevur kandidatútbúgving í ítrótti og heilsu við sergrein í kapping og úrvalsítrótti.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar

Fótbóltssamband Føroya kunnar um, at 28 spælarar vóru boðsendar til tær báðar venjingarnar, sum vóru á Tórsvølli mikudagin. Undan fyrru venjingini nýtti nýggi venjarin høvi at heilsa upp á spælararnar og tosað varð um tær avbjóðingar, ið standa fyri framman í hesum árinum.

Venjinginarnar vóru liður í fyrireikingunum til komandi UEFA Nations League kapping hjá kvinnum, sum byrjar um ein stóran mánað. Sí dystarskrá og fleiri myndir niðast.

Hópurin til venjingarnar í vikuni:
Margit Kwao, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Judith Eilersdóttir Rasmussen, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Jensa Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q (Danmark)
Monika Biskopstø, HB
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Sunneva Willemoes, HB
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Lóa Samulsen, KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Sara Samson Laumhauge, NSÍ
Rúna Olsen, NSÍ
Lena Olsen, NSÍ
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)

Í komandi UEFA Nations League kapping eru Føroyar í bólki C3, saman við Montenegro, Kýpros og Aserbadjan.

Skráin
Fríggjadagin 22. sept. Føroyar – Montenegro
Týsdagin 26. sept. Kýpros – Føroyar

Fríggjadagin 27. okt. Føroyar – Aserbadjan
Týsdagin 31. okt. Føroyar – Kýpros

Fríggjadagin 1. des. Montenegro – Føroyar
Týsdagin 5. des. Aserbadjan – Føroyar

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Myndir: Bjarni Enghamar/Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder