Annað

Signhild fer í hylin í nátt

100 metrar rygg er fyrsta greinin við føroyskari luttøku til HM á langgeil í Suðurkorea - tríggir føroyskir svimjarar skulu svimja í tveimum greinum hvør.

Signhild Joensen er fyrsti føroyski svimjarin, ið skal royna seg í HM hesa vikuna - svimjing.com

Signhild Joensen er fyrsti føroyski svimjarin, ið skal royna seg í HM hesa vikuna - svimjing.com

2019-07-21 19:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10.00 22.07, lokala tíð, er heat 3 í innleiðandi 100 metrar ryggsvimjing í Gwangju á skránni. Har er Signhild Joensen úr Ægir ein av teimum 10 svimjarunum, ið skal royna at svimja seg í finaluna. Svimjarin av Norðuroyri er nummar átta á llstanum, tá tað kemur til tilmeldingartíð. 18-ára gamla Signhild, ið er tann yngsta av teimum tíggju, hevur tíðina 1.03.01   

Sí startlistan her

Umframt Signhild eru Óli Mortensen og Alvi Hjelm úr Havnar Svimjifelag við til HM.  

Tey trý skulu kappast soleiðis:

  • Mán 22. juli – Signhild Joensen í 100 rygg
  • Týs 23. juli – Óli Mortensen í 800 frí
  • Mik 24. juli – Alvi Hjelm í 200 blandað
  • Frí 26. juli – Signhild Joensen í 200 rygg
  • Ley 27. juli – Óli Mortensen í 1500 frí
  • Sun 28. juli – Alvi Hjelm í 400 blandað

Venjari er Juan Jaime Arroyo Toledo, og ferðaleiðari er Lis Gøthe í Jákupsstovu

[object Object](Venjari, svimjarar og ferðaleiðar - Mynd: svimjing.com)

Svimjing. com skrivar, at føroyski hópurin býr í Athlete’s Village saman við umboðum úr flestu øðrum svimjitjóðum í heiminum, íroknað teimum út heilt stóru tjóðunum so sum USA, Russland og Avstralia. Tilsamans eru áleið 2500 íðkarar úr 194 londum, sum kappast til HM.

Til ber at síggja HM 2019 á FINAtv fyri eitt gjald. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder