placeholder
Fótbóltur

Sigtór Petersen skal enn einaferð bjarga 07 Vestur frá niðurflyting

07 Vestur hevur sett nýggjan venjara fyri Paula Poulsen.

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

2018-09-17 23:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sigtór Petersen skal standa á odda fyri besta liðnum hjá 07 Vestur tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Tað sigur Jim Sonne Guttesen, formaður í 07 Vestur, í viðmerking til tíðindasíðuna jn.fo í kvøld.

Hetta er sama loysn, sum 07 Vestur valdi í fjør, tá samstarvið millum 07 Vestur og Trygva Mortensen steðgaði í september 2017.

Tað var fyrr í kvøld, at Pauli Poulsen váttaði fyri bolt.fo, at hann var givin sum venjari hjá 07 Vestur. Hann heldur, at 07 Vestur hevur brúk fyri nýggjum íblástri til seinastu dystirnar.

Úrtøkan hjá vágamonnum hevur verið heldur vánalig í ár, og teir liggja á aftasta plássi við 10 stigum. Tvey stig aftanfyri AB á næstaftasta plássi, og heili 10 stig upp til EB/Streym á áttanda plássi.

Um støðan í 1. deild heldur sær, flytur bara eitt lið upp í Betri deildina, og tí er dysturin millum 07 Vestur og AB sunnudagin altavgerandi í stríðnum at bjarga sær í bestu deildini.

Tór-Ingar Akselsen er settur leikandi hjálparvenjari.

Støðan í Betri deildini eftir 22 umfør
1. HB (58 stig)
2. KÍ (45 stig)
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (40 stig)*
5. Víkingur (37 stig)
6. Skála (25 stig)
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (20 stig)
9. AB (12 stig)
10. 07 Vestur (10 stig)*

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder