Fótbóltur

Ársins størsti og seinasti fótbóltsdystur

Tórsvøllur verður hetta fríggjakvøldið karmur um nógvan larm og helst stóran inntensitet, tá KÍ skal royna at tryggja sær greipuna, meðan Víkingur fer eftir at endurtaka 2022. Fyrsta bríksl verður klokkan 19, og FM1 sigur frá.

KÍ og Víkingur hava vunnið hvør sína innanhýsis steypafinalu - trý ár eftir dystin í 2022 bresta liðini saman aftur. Hesaferð eru føroyameistararnir størri favorittar enn tá (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og Víkingur hava vunnið hvør sína innanhýsis steypafinalu - trý ár eftir dystin í 2022 bresta liðini saman aftur. Hesaferð eru føroyameistararnir størri favorittar enn tá (Mynd: Sverri Egholm)

2025-10-31 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bæði feløgini fara eftir steypaheiti nummar sjey. Víkingur er 104 ár yngri enn KÍ, men hevur skapt sær eina góða steypasiðvenju - í fótasporinum á GÍ sum eisini vann steypakappingina seks ferðir.

Tey hava spælt móti hvørjum tvær ferðir í steypafinalu. Í tøttum dystum er tað koppað hvør sín veg, KÍ 2016 eftir brotsspørk og Víkingur 2022 við brotssparki sum einasta málið. 

Les meira:  KÍ og Víkingur fyi triðju ferð í finaluni

Bæði hesi árini hevur tapandi liðið í steypafinaluni vunnið FM. Í ár kemur KÍ, eins og fyri trimum árum síðani, inn til steypafinaluni sum greiður føroyameistari og við krútsterkum liði.

Tað skal nógv til hjá Víkingi, sum ikki er á sama staði nú, sum í 2022. At liðið spældi ein javnleik í Klaksvík í síðsta mánaða, gevur tó helst eina størri tiltrúgv. Tað er tó ikki eydnast at skora móti tí sterka verjupartinum hjá KÍ í ár - tað skal liðið úr Eysturkommunu onkursvegna gera í kvøld.

Sí eisini: Stórt steypafinalukvøld á FM1

[object Object]

[object Object]
Í 2022 kundu Víkinga-fjepparar, spælarar og venjarar fegnast um steypagull eftir sigur á KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Júst í kommunini har Víkingur er eitt stórt savningarpunkt, verður nógv gjørt burturúr, og meginparturin av íbúgvunum har vera til staðar. Soleiðis er eisini í Klaksvík og Norðoyggjum, og tað er útselt á KÍ-plássunum á langsíðuni. Stórur áhugi er, og fjeppararnir kunnu gera avgjrt stóran mun.

Sí eisini - samrøður hjá FSF-Varpinum við fjepparar og spælarar hjá Víkingi:
Video: Alfred búði leingi í Leirvík men heldur við KÍ
Video: Salomon trýr altíð upp á Víking
Víkingar vilja gleða Eysturkommunu - KÍ'arnir klárir at fara í kríggj

Her sæst ein fjepparasamandráttur, sum Kringvarpið gjørdi frá serstaka degnum í 2016, tá KÍ og Víkingur brustu saman í steypafinalu:

[object Object]
KÍ vann FM í stórum stíli - ósigrað og alt. Í kvøld vilja teir í kongabláum lyfta enn eitt steyp (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dysturin merkir sjálvandi nógv fyri liðini: KÍ kann krúna eitt flott ár, ósigrað á føroyskari jørð, við sínari fyrstu greipu á manssíðuni síðani 1999. Fyri Víking er tað týdningarmikið at halda fast í vinnarasiðvenjuni og eisini fáa betri fyritreytir næsta ár (pláss í 2. umfari í Conference League og meira pening).

Dysturin er eisini serstakur á tann hátt, at tað er seinasti dystur hjá Atla Gregersen á hægsta stigi í Føroyum. Bæði hann og Sølvi Vatnhamar spæla steypafinalu nummar 10 og fara eftir ávikavist 8. og 7. steypagullinum. 

Les meira: Ein av teimum stóru takkar fyri seg á stóra pallinum

[object Object]
Í finalusigrinum í 2022 spældi Atli Gregersen ikki vegna leikbann. Nú spælir miðverjin sín seinasta dyst fyri Víking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 í kvøld, 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder