 
                
                        
FSF-Varpið: Finalan í annaðkvøld er ein endurtøka av steypafinaluni í 2022. Tá vunnu ljósabláu víkingarnir ein tepran 1-0 sigur á KÍ. FSF-Varpið hevur verið ein túr við Djúpumýru og í Sarpugerði
Víkingur
Ingi Jonhardsson og hinir víkingarnir leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til steypafinaluna ímóti KÍ, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19:00
– Vit eru spentir og hava góðar vónar. KÍ hevur ongan dyst tapt í ár, og teir ætla neyvan at tapa nú. Men vit ynskja at enda árið væl, og vónandi verður rómurin góður í Eysturkommunu fríggjakvøldið.
Tað sigur stinni vinstri bakkurin hjá Víkingi, Ingi Jonhardsson, tá FSF Varpið fekk orðið á hann áðrenn venjingina í Sarpugerði mikukvøldið - hoyr samrøðuna niðanfyri.
Sí eisini: Video: -Salomon trýr altíð upp á Víking
KÍ
Tað er einki at ivast í, at KÍ spælararnir eru uppsettir til finaluna, og í Klaksvík er spenningurin øgiligur í hesum døgum
– Eg havi vunnið steypafinaluna eina ferð áður, og ta kensluna vil eg gjarna fáa aftur, sigur René Shaki Joensen millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Í Klaksvík eru tey sum vera man spent til steypafinaluna í annaðkvøld, og havandi í huga, at júst Víkingur vann á KÍ í finaluni fyri trimum árum síðani, so er tíðin nú komin at fáa Løgmanssteypið aftur til Klaksvíkar.
– Sjálvt um tosað verður um illveður, so eru vit klárir at fara í kríggj, og tað hevur eisini nógv at siga fyri okkum at fáa okkara 12. mann við. Hetta er størsti dystur á árinum, sigur René Shaki Joensen
Sí eisini: Búði leingi í Leirvík men heldur vð KÍ
Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.
Sí eisini: Útselt á KÍ-plássunum á langsíðuni
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald