FSF Varpið: Sjálvt um hann hevur búð í Leirvík í nógv ár, og synir og onnur í familjuni halda við Víkini, so er eingin ivi: Alfred Eliasen heldur við KÍ, og vónar at Løgmanssteypið fer at koma aftur til Klaksvíkar
Seinnapartin mikudagin var FSF Varpið ein túr norðuri á Stongunum í Klaksvík, har menn egndu og gjørt klárt at fara nýggjan túr.
Ein teirra, sum rokaðist á bryggjukantinum, var reiðarin á útróðrarbátinum Beinta, Alfred Eliasen.
Alfred er klaksvíkingur við stórum K, og sjálvt um hann ein stóran part av lívinum hevur búleikast í Leirvík, er hann KÍ’ari um ein háls.
Sí og hoyr samrøðuna hjá FSF Varpið við Alfred Eliasen ovast ella á youtube-rásini
Sí eisini: (Video): Salomon trýr altíð upp-á Víkking
Finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19 fríggjakvøldið 31. oktober. FM1 sigur frá dystinum við upptakt frá klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald