 
                
                        
Føroyar taptu í kvøld tepurt móti Niðurlondum í fyrstu royndini í Golden League. Avrikið var misjavnt: Nærum vánaligt fyrsta stóra korterið móti einum kontantum mótstøðuliði men so líðandi nóg gott at spæla ein tættan dyst og við fleiri góðum taktum.
Les meira um dystin her: Føroya taptu fyri Niðurlondum í óruddiligum dysti
Nógvir spælarar fingu fitt av spælitíð í EM-fyrreikingardystinum - tveir stóðu seg best.
Tað var málverjin, sum í stóran mun helt Føroyum inni í dystinum, so at Niðurlond ikki sluppu langt frá Føroyum, og so at føroyingar megnaðu at nærkast. Pauli Jacobsen hevði nógvar bjargingar - 15 við øllum svarandi til nærum 35 prosent - og harav fleiri stórbjargingar. Flestu av teimum vóru fyri steðgin, har 23-ára gamli hoyvíkingurin tvær ferðir bjargaði brotskasti hjá annars tryggja Rutger ten Velde.
Danska málmanslegendan Kasper Hvidt var viðmerkjari á TV2. Hann rósti Paula Jaobsen nógv, og HØJ-málverjin helt fram, har hann slepti eftir steðgin. Tá var samstarvið við verjuna vorið uppaftur betri, men tíverri fingu Pauli og verjan ikki fatur á nøkrum serligum seinastu løtuna, tá alt skuldi avgerast.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/03/16/gallery-thumbnail/1742155372a5lgwgvfww.webp) Pauli Jacobsen varð dagsins maður hjá Føroyum í sigrinum á Niðurlondum í mars (Mynd: Sverri Egholm)
Pauli Jacobsen varð dagsins maður hjá Føroyum í sigrinum á Niðurlondum í mars (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún brendi eitt frítt skot og hevði eina skeiva sending, sum kostaði, innanfyri seinastu seks minuttirnar. Sum heild brendi nummar 78 heldur nógv skot (5 av 11).
Tá hetta er sagt, so var ógvuliga nógv jaligt í avrikinum hjá enn unga spælskiparanum. Óli Mittún tók taktstokkin so líðandi og bjóðaði ferð eftir ferð verjuni hjá Niðurlondum av - til tíðir sá tað ikki út sum, at teir vistu síni livandi ráð. Ferð, áræði, yvirlit og snildni eyðkendu aftur avrikið hjá Óla, sum varð javnsettur toppskjútti (seks mál).
GOG-spælarin var eisini beinleiðis við í tólv øðrum málum. Annaðhvørt við alvering áðrenn skot (upplegg) ella vunnum brotskasti. Óli Mittún spælir helst ikki líka nógva leygardagin móti Noreg.
1. umfar í Golden League í Tróndheimi
Í dag, hósdagin 30. oktober:
Føroyar - Niðurlond 29-30 (12-14)
Dystargongd:
5 min: 1-3
10 min: 3-5
15 min: 4-9
20 min: 6-11
25 min: 9-13
30 min: 12-14
35 min 15-16
40 min: 19-18
45 min: 20-20
50 min: 23-22
55 min: 25-26
60 min: 29-30
Málskjúttar:
Óli Mittún 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (4)
Hákun West av Teigum 6 (2)
Pauli Mittún 3
Ísak Vedelsbøl 2
Vilhelm Poulsen 2
Leivur Mortensen 2
Pauli Høj 1
Teis Horn Rasmussen 1
(Gagnnýting: 46 skot og 29 mál = 63 prosent) - Kelda: handballstatz.com
Upplegg umframt vunnin brotskøst:
Óli Mittún 12
Vilhelm Poulsen 3
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Pauli Mittún 2
Hákun West av Teigum 1
Dagsins spælari: Óli Mittún - mál ella upplegg 18 ferðir
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 15 (2)
Her eru bjargingar sum góvu brotskast aftaná taldar við - bjargingarprosentið táttaði í 35 prosent
Í hinum dystinum í bólkinum vann Danmark 38-33 á Noreg.
Skráin fyri restina av Golden League í Tróndheimi
Leygardagin 1. november:
kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
kl. 15.45 Noreg – Føroyar
Sunnudagin 2. november:
kl. 13.00 Danmark – Føroyar
kl. 15.45 Noreg – Niðurlond
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald