Í døgunum 24. – 30. august luttekur føroyska U15-landsliðið við gentum í Baltic Cup 2021, sum verður í Tallinn í Estlandi.
Umframt Føroyar og vertslandið, vera Lettland og Litava eisini við í kappingini.
Føroyar spæla móti Lettlandi 26. august, móti Litava 27. august, og móti Estlandi 29. august, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Sigtór Petersen, venjari hjá U15-gentunum, hevur saman við hjálparvenjaranum, Allan Smedemark, úttikið 18 leikarar til kappingina í Estlandi.
Hópurin
Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík
Karin Justinussen, FC Hoyvík
Brá Zachariassen, FC Hoyvík
Marta Sofía Østerø, HB
Katrin Hansen, HB
Marjun Kristina Jansdóttir, HB
Bára Tórálsdóttir Poulsen, HB
Mira Bendix Laursen, HB
Ró Reginsdóttir, HB
Lea Mariusardóttir, EB/Streymur
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Jakobina Bergsdóttir, Skála
Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy
Hildigunn Steinhólm, Víkingur
Anna Jørginsdóttir, Víkingur
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald