Fótbóltur

Sigur farvæl við Juventus eftir 25 ár

Claudio Marchisio gongur nýggjar leiðir.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-17 17:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eftir 25 ár í italska stórfelagnum Juventus, skal Claudio Marchisio nú finna sær eina nýggja avbjóðing. Hetta er greitt eftir at leikarin og felagið hava gjørt av at ógilda sáttmálan hjá leikaranum.

Marchisio kom til felagið sum sjey ára gamal í 1993, og hevur verið knýttur at felagnum líka síðani sum ungdómsleikari og sum professionellur leikari.

32 ára gamli italiumaðurin spældi 389 dystir fyri italsku meistararnar. Hann gjørdist partur av besta liðinum í 2006, tá felagið varð tvangsniðurflutt í næst bestu deildina.

Marchisio skoraði 38 mál fyri felagið. Eisini skoraði hann fimm ferðir fyri italska landsliðið, sum hann spældi 55 landsdystir fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder