Ein av lyklaleikarunum hjá 07 Vestur, málverjin Silas Eyðsteinsson, hevur longt við barndómsfelagið. Ungi málverjing hevði eitt framúr kappingarár, tá 07 Vestur spældu seg uppá á 6. plássið í Betri Deildini í ár.
Bert 23-ára gamli málverjin hevur stóra leiklut í flotta avrikinum hjá 07 Vestur í ár, og hevur verið ímillum bestu málverjarnar í kappingini, bæði við flottum og avgerandi bjarginum í opnum spælið, men eisini í deyðbóltstøðum og fleiri bjargaðum brotspørkum.
Sandavágsmaðurin, sum spældi allar dystirnar í ár, er uppvaksin í 07 Vestur og hevur leikt út við 100 dystir fyri besta liðið. Tó var hann eitt ár á Argjum og spældi við AB í 2020, eftir at vit í 2019 fluttu niður.
Silas Eyðsteinsson hevur eisini fleiri ungdómslandsdystir við U17 og U21.
Silas Eyðsteinsson hevur eisini vart AB-málið seinastu árini (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald