Málverjin úr B36, Silas Eyðsteinsson verður við, tá A-landsliðið við monnum týsdagin fer undir fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystirnar móti Norðurmakedónia og Lettlandi.

Silas, ið er skrásettur fyri tveir U21-landsdystir fyri Føroyar, var eisini partur av A-landsliðnum, sum fyrr í summar tók lut í Baltic Cup. Men ta ferðina kom 26 ára gamli vágamaðurin ikki á vøllin.

Leygardagin 7. september klokkan 14 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli. Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 10. september klokkan 17 (klokkan 19 lokala tíð í Lettlandi), tá Lettland og Føroyar møtast á Skonto Stadion í Riga.

Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin fyri børn er einans 50 krónur, meðan atgongumerki til vaksin kosta úr 100 krónum.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, B36 Tórshavn
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Hørður Askham, FC Roskilde (Danmark)
Samuel Johansen Chukwudi, HB Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, 07 Vestur
Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Hanus Sørensen, HB Tórshavn
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík
Pætur Petersen, KÍ Klaksvík
Jóan Símun Edmundsson, FC Shkupi (Norðurmakedónia)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík
Petur Knudsen, NSÍ Runavík