Hondbóltur

Silja Arngrimsdóttir Müller aftur í Neistanum

Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Vali í Íslandi, men kemur aftur til Føroya.

Nicholas Satchwell, høvuðsvenjari, og Silja Arngrimsdóttir Müller (Mynd: Neistin)

Nicholas Satchwell, høvuðsvenjari, og Silja Arngrimsdóttir Müller (Mynd: Neistin)

2025-06-13 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsliðsmálverjin, Silja Arngrimsdóttir Müller, kemur heim aftur til barndómsfelagið, Neistan, at spæla. Hon verður saman við Yui Shibuya og Erlu Eliasen múrurin í málinum hjá neistakvinnunum komandi kappingarár.

- Eg valdi at koma heim aftur til Neistan, tí tað er her eg kenni meg heima. Eisini sær hópurin sera spennandi út og vísti sera nógva framgongd gjøgnum árið í fjør, og hettar er ein sera stór orsøk til, at eg valdi at koma heim aftur”, greiður Silja Arngrimsdóttir Müller frá.

Silja Arngrimsdóttir Müller hevur seinasta árið spælt við Valur í Íslandi. Har vann føroyski landsliðmálverjin tvey gull heiðursmerki – fyrst European Cup, sum fyrsta íslendska kvinnulið nakrantíð, og síðani íslendska meistaraheitið.

Neistin fegnast tí sjálvsagt um, at Silja hevur valt at koma heim aftur at spæla í bláum og gleða okkum til at síggja hana í málinum hjá Neistanum aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder