Annað

Silja átti dagin við Leynavatn

Unga havnagentan gjørdi bart og vann báðar greinarnar hon luttók í.

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

(Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2024-06-17 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin var árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn, og har var tað serliga unga Silja Geirsdóttir Eystberg, sum gjørdi vart við seg. Unga havnagentan gjørdi bart og vann báðar greinarnar hon luttók í, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Aftaná at hon hevði vunnið tøltkappingina á Tango, vann hon eisini sína fyrstu kapping í Tvíspor vaksin. Hetta var á hestinum Óðin.

Tað var tó ikki uttan kapping. Munurin í millum nummar eitt og nummar fimm í Tvíspor var einans 43 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta er sjáldsama tætt og boðar frá einum spennandi kappingarári, sigur Ríðingarfelagið.

Nummar tvey gjørdist verandi føroyamesitarin Ása Bárðardóttir á Silfu, og nummar trý var Birna Jóanesarsson á Braga. Tíðirnar vóru ávíkavist 20,16 - 20,33 og 20,34.

Kappingarnar endaðu soleiðis:

Tølt 100 mtr. Nr. 1 Tango - Silja G. Eystberg 14,81 Nr. 2 Strákur - Bárður Johannessen 15,23 Nr. 3 Brynjar - Regin Johannessen 15,59

Skeið 100 mtr. Nr. 1 Orka - Ranja H. Djurhuus 11,35 Nr. 2 Brúni - Jóannes Debes 11,98 Nr. 3 Tyrla - Yrsa H. Djurhuus 14,27

Trav 250 mtr. Nr. 1 Gletta - Marner Joensen 43,57 Nr. 2 Gígur - Simona Tornby 45,73 Nr. 3 Dropi - Lív Gregersen 50,37

Tvíspor ung 250 mtr. Nr. 1 Thor - Sólrun S. Lútzen 20,26 Nr. 2 Marengo - Yrsa H. Djurhuus 21,21 Nr. 3 Spirit - Hanus Patursson 21,45

Tvíspor vaksin ll flokkur 250 mtr. Nr. 1 Litbrá - Elisabeth Niclasen 22,87 Nr. 2 - Tobbi - Tummas Davidsen 22,96

Tvíspor vaksin l flokkur 250 mtr. Nr. 1 Óðin - Silja G. Eystberg 20,16 Nr. 2 Silfá - Ása Bárðardóttir 20,33 Nr. 3 Bragi - Birna Jóanesarsson 20,34

Aftaná FM kappingina var stuttleikakapping. Hana vann Hallur Hansen á Grana, nummar tvey var Beinta Niclasen á Freyr og nummer trý Sigtór Lútzen á Kambi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder