Oyggjaleikir 2019

Silja Johannesen fekk eisini bronsu í judo

Judo hevur tryggjað Føroyum eitt gull, eitt silvur og fýra bronsuheiðursmerki í dag.

2019-07-08 16:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Silja Johannesen, sum er við í 63 kilo flokkinum fyri kvinnur tryggjaði Føroyum tað seinasta bronsuheiðursmerki í dag.

Av tí at bert fimm kvinnur vóru tilmeldaðar í hesum flokkinum, varð ikki kappast í tveimum bólkum við hálvfinalu og finalu millum tey bestu í hvørjum bólki.

Hesar kappaðust bara í einum bólki, og gull, silvur og bronsu fall til tríggjar tær bestu.

Silja Johannesen vann tveir av sínum dystum og tapri tveir, og tað røkk til eitt triðja pláss og bronsuheiðursmerki.

Sostatt hevur judoítróttin, sum ikki hevur verið við á oyggjaleikum síðani Rhodos í 2009, tryggja Føroyum seks heiðursmerki á fyrsta degnum.

Í flokkinum 66 kilo fyri menn fekk Bárður Hentze Lenvig gull og Dánjal á Krákusteini bronsu.

Í flokkinum 73 kilo fyri menn fekk Jógvan Páll kristiansen silvur og Gunnar Magnussen bronsu.

Í flokkinum 52 kilo fyri kvinnur fekk Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg bronsu

Og í flokkinum 63 kilo fyri kvinnur fekk Silja Johannesen bronsu.

Í morgin verða teir tyngru flokkarnir á skránni.

Í 81 kilo Búgvi Poulsen og Nicolaj Skoubo. Í 90 kilo Hans Glerfoss. Í 100 kilo Petur Sigurð Johannesen. Og í yvir 100 kilo Edvard Sigurdson Johannesen.

Hjá kvinnunum eru í 70 kilo Hansa Tórgerð Ellingsgaard. Her eru bert tríggir luttakarar, so heiðursmerkið er tryggjað frammanundan. Í 78 kilo flokkinum Sanna Nolsøe Djurhuus. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder