Hondbóltur

Silja Müller kann í dag lyfta eitt evropeiskt steyp

Klokkan 15.30 fara kvinnurnar hjá Vali eftir at skriva søgu móti spanska Porrino. Dysturin sæst á RÚV og til ber at fylgja við á handbolti.is. Kristian Johansen verður eygleiðari til dystin.

Ongantíð áður hevur ein kvinnurligur føroyskur spælari vunnið einar evropeiska kapping - Annika Fríðheim Petersen var í European League-finaluni við NFH í 2023. Nú skulu Silja og tær royna seg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ongantíð áður hevur ein kvinnurligur føroyskur spælari vunnið einar evropeiska kapping - Annika Fríðheim Petersen var í European League-finaluni við NFH í 2023. Nú skulu Silja og tær royna seg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-17 14:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør vunnu Allan Norðberg og hinir á mansliðið felagsins European Cup. Hetta var fyrstu ferð, at eitt íslendskt lið vann eina evropeiska kapping.

Kvinnurnar hjá Vali vilja gera teimum kynstrið eftir. Silja Arngrímsdóttir Müller royna at vinna íslendska meistaraheitið men eru eisini í góðari støðu til at vinna triðsterkastu evropeisku kappingina.

Valur spældi 29-29 javnleik í fyrra dystinum í Spania. Íslendska liðið var á odda við fýra málum í steðginum, men hóast leiðslan varð mist, so er útgangsstøði gott eftir javnleik í fyrru finaluni á útivølli.

Samanlagdi vinnarin lyftir European Cup-steypið i Reykjavík í dag. Seinastu fýra árini hava sponsk lið vunnið kappingina, men hesum skal Valur royna at forða fyri í dag.

Silja Müller hevur verið eykamálverji hjá íslendska oddaliðnum í ár. 21-ára gamli føroyingurin hevur tó sínar løtuna á vøllinum, og í fyrru finaluni hevði Silja eina bjarging uppá trý skot.

Onnur finalan millum Val og Porrino byrjar klokkan 15.30 føroyska tíð. Dysturin sæst á RÚV og til ber at fylgja við á handbolti.is. 

Júst handbolti.is skrivar, at føroyingurin Kristian Johansen verður eygleiðari til dystin. Hann er royndur í slíkum samanhangi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder