
Silja Arngrímsdóttir Müller er fyrsti føroyski spælarin á kvinnusíðuni, sum hevur verið við at vunnið eitt evropeiskt steyp.
Hetta er greitt eftir 25-24 sigurin á BM Porriño á Hlíðarenda í Reykjavík í kvøld. Í European Cup eru tvær finalur, og av tí at tað endaði 29-29 í Spania í síðstu viku, so kunnu tær á íslandska liðnum nú lyfta steypið.
Valur hevði torført við at skora fyrsta partin av 1. hálvleiki men fekk so glið á, og tað var 12-9 í steðginum. Valur-verjan var sterk, og tað var á veg at gerast ein tryggur sigur.
Síðani tóku sponsku gestirnir yvir: Tað fór frá 24-18 til 24-22 uppá nakrar minuttir, og í síðsta minuttinum minkaði Porrino til -1, eftir at Valur hevði skorað til 25-23. Nernvar spældu ein leiklut hjá íslendska liðnum, men tað eydnaðist at halda fast og skriva søgu.
Sí dystargjøgnumgongd á handbolti.is
Annað árið á rað - fyrsti føroyingur á kvinnusíðuni
Manslið felagsins vann í fjør European Cup og gjørdist tá fyrsta íslendska felagið at at vinna eitt evropeiskt steyp. Nú hevur felagið gjørt tað á kvinnusíðuni eisini.
Allan Norðberg spældi eisini við Vali í fjør, tá gjørdist strandingurin søguligur føroyingur. Jóhan á Plógv Hansen vann stutt seinni European League við Flensburg Handewitt.
Annika Fríðheim Petersen var í 2022 í European League-finaluni við danska NFH, men tá endaði tað við silvurheiðursmerki.
Nú hevur ein annar føroyskur málverji roynt at vunnið gull. Silja Arngrímsdóttir Mülller, sum eisini er hálvur íslendingur, skifti úr Neistanum síðsta summar. Silja hevur verið eykamálverji aftanfyri sterku Hafdis Renotudóttir hetta kappingarárið, men ungir føroyski landsliðsmálverjin fær sínar løtur.
Silja spældi ikki í dag, men var á vøllinum eina løtu í fyrru finaluni í Spania og hevði onkra bjarging. Tá munurin var so lítil, so varð hetta týðandi.
European Cup er triðsterkasta evropeiska kappingin hjá EHF. Silja og tær hjá Vali kunnu fegnast um hetta heitið nú - so fara tær eftir at endurvinna íslendska meistaraheitið.
Eitt stórt tillukku til Silju og Val við hesum flott heitinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald