Føroysku skeet-skjúttarnir, Tórur og Jóhann Fløtt, vunnu aftur heiðursmerki á oyggjaleikunum í dag.
Stóribeiggin Tórur vann silvur og lítlibeiggin Jóhann vann bronsu.
Teir skutu seg báðir trygt í finaluumfarið fyrrapartin. Í sjálvari finaluni fingu teir harða mótstøðu móti einum meira ella minni professionellum skjútta av Gozo, sum er nýggja limaoyggin í oyggjaleikasamanhangum. Gozo er ein oyggj uttan fyri Malta.
Marlon Attard, sum er navnið á Gozo-búgvanum vann trygt.
Tað er soleiðis í finaluumfarinum, at seks skjúttar byrja. Teir seks skjóta fyrst tvær ferðir av trimum plattum. Tann, ið hevur kiksað flest ferðir má fara úr kappingini. Síðan verður hildið fram eina ferð á teimum mittastu trimum plattunum, til bert tveir skjúttar eru eftir.
Tað sást beinanvegin, at Gozo-búgvin var tendraður í finaluumfarinum. Tað gekk eisini væl hjá Jóhann, meðan Tórur kiksaði so mikið, at hann stóð líka illa, sum maðurin av Gotlandi, sum fyrstur varð sendur úr kappingini. Her kom góða plaseringin hjá Tóri í innleiðandi umførunum honum til fyrimuns.
Næstur út var maðurin úr Orknoyum og triður at lúta var maðurin úr Álandi. So vóru bara Gozo-búgvin og Fløtt brøðurnir eftir, harav Gozo-búgvin var nógv fremstur.
Tá teir fóru undir fjórða umfar var lítlibeiggin framman fyri, men so byrjaði hann at kiksa meira enn stóribeiggin gjørdi, og tí varð Jóhann Fløtt sendur út við eini bronsuheiðursmerki.
Í fimta og seinasta finaluumfari helt Gozo-búgvin fram við at raka, og har var onki at gera hjá Tóri, sum mátti fegnast um silvurheiðursmerkið.
Í Gotlandi 2017 vann Tórur bronsu í hesi greinini, meðan hann, ógvuliga vónbrotin, bert gjørdist nummar fimm á sesinastu oyggjaleikum á Gibraltar.
Hetta er fyrstu ferð, at Jóhann Fløtt er við á oyggjaleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald