Annað

Silvur til Føroyar

Føroyar vunnu í kvøld silvurheiðursmerki í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti hjá monnum eftir greiðan 3-0 sigur á Íslandi.

2022-05-15 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyar - Ísland 3-0 (25-18, 25-23, 25-21)

Føroyar vunnu í kvøld silvurheiðursmerki í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti hjá monnum eftir greiðan 3-0 sigur á Íslandi. Kortini harmast føroyingarnir um, at teir ikki vunnu fyrsta dystin á San Marino, sum Føroyar taptu 3-2, tí so hevði gullið farið til Føroyar ístaðin fyri til San Marino.

Í roynd og veru høvdu Føroyar longu vunnið silvurheiðursmerkini áðrenn dystin ímóti Íslandi í dag. Tað gjørdist greitt, tá Skotland ikki megnaði at taka stig frá San Marino í dystinum, sum var beint áðrenn.   

Føroyar høvdu annars vónað, at dysturin ímóti Íslandi fór at verða ein dystur um gullið, men um tað skuldi henda, so skuldu Føroyar hava eina hjálpandi hond frá Skotlandi.

Pulsurin fór upp hjá føroyingunum, tá Skotland legði seg á odda 19-16 ímóti San Marino í fyrsti setti, men San Marino javnaði til 21-21 og vann 25-21. 

Vónin birtist aftur, tá Skotland legði seg framum 16-15 í øðrum setti, men gleðin var stokkut, og brátt hevði San Marino vunnið 25-19. 

Í triðja setti gekk skjótt  – eftir lítlari løtu var 10-3, sum gjørdist 25-15 til San Marino, sum harvið vann kappingina.

Endaliga støðan í kappingini gjørdist tískil henda:
Nr. 1 San Marino 8 stig
Nr. 2 Føroyar 7 stig
Nr. 3 Føroyar 3 stig
Nr. 4 Føroyar 0 stig 

Eftir kappingina vórðu bestu leikararnir í kappingini valdir: 
Besti hevari: Thorvald Danielsen, Føroyar (nr. 6)
Best diagonalur: Matteo Zonzini, San Marino (nr. 18)
Besti miðblokkur: Edward Oldbury, Skotland
Besti kantur: Lorenzo Benvenuti, San Marino (nr. 10)
Besti libero: Kristinn Freyr Ómarsson, Ísland (nr. 10)
Besti lokali leikari: Bjarni Joensen, Føroyar (nr. 5)
Virðismesti leikari: Lorenzo Benvenuti, San Marino (nr. 10)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder