Fótbóltur

Simon Jørgensen byrjaði tíðina í Svøríki við evropeiskum sigri á FC Nordsjælland

Toppskjúttin í Meistaradeildini, ið varð seldur í síðstu viku, spældi seinasta hálva tíman í Conference League-dystinum í Göteborg.

Á Skála verður saknur í Simon Jørgensen, sum nú spælir evropeiskan fótbólt fyri svenskt felag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á Skála verður saknur í Simon Jørgensen, sum nú spælir evropeiskan fótbólt fyri svenskt felag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-07-23 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skála og Meistaradeildin misti toppskjúttan í síðstu viku, tá GAIS keypti Simon Jørgensen leysan.

20-ára gamli vinstri vongurin er longu komin í gongd í Göteborg. Hann sat á bonkinum í landskappingardystinum móti AIK leygardagin, og kom inn tá ein hálvur tími var eftir í Europa League-dysti í kvøld.

Har gjørdi GAIS, sum Meinhard Egilsson Olsen áður hevur spælt fyri, bart, og vann 1-0 á favorittunum úr FC Nordsjælland.

Seinni dysturin verður spældur í Farum um eina viku.

Simon Jørgensen varð toppskjútti í 1. deild í fjør við 27 málum og var toppskjútti í Meistaradeildini við sjey málum, tá farið var í summarsteðgin. Hann kom til FC Hoyvík, í 1. deild, fyri tveimum árum síðani.

Skála fekk, sambært svenskum miðlum, umleið 350.000 krónur fyri evnaríka danan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder