Maðurin sum legði upp til bæði málini í Estlandi, tá B36 spældi seg víðari í síðstu viku, og annar av málskjúttunum tá byrja hesa ferð inni. Talan er um Símun Sólheim, ið byrjar á høgra bakki, og Michal Przybylski, sum verður ein av álopskendu spælarunum.
Sonni Ragnar Nattestad er nakað skaðadarvaður, og Magnus Egilsson er harvið fluttur inn í miðverjuna og Jann Benjaminsen yvir á vinstra bakk. Lettiski áleyparin Valerijs Sabala byjrar á bonkinum, og Michal verður álopskendur miðvallari ella fremsti maður. Grafikkurin hjá UEFA, sum tað niðanfyri er bygt á, er helst ikki heilt eftirfarandi.
B36 (4-2-3-1): Mattias Lamhauge - Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann Julin Benjaminsen - Andrass Johansen, Eli Falkvard Nielsen - Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki Nielsen - Hannes Agnarsson
B36 - Haverfordwest
Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Í kvøld, 27. juli kl. 19:00
Byrjanaruppstilling og bonkur (Skýggjamynd: UEFA)
Fyrsta bríksl í Conference League-dystinum í Gundadali verður klokkan 19. Dysturin kann síggjast í Televarpinum. Beinleiðis frásøgn er á FM1 og KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald