Fótbóltur

Símun Rógvi Hansen til B36

Málverjin var kosin ársins málverji í føroyskum fótbólti í 2017.

Mynd: B36

Mynd: B36

2018-12-21 07:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

B36 skrivaði í gjár sáttmála við Símun Rógva Hansen. Símun Rógvi hevur í mong ár verið millum fremstu málverjarnar í føroyskum fótbólti, og í 2017 varð hann kosin ársins málverji her á landi.

Beint undan kappingarbyrjan í fjør varð hann skaddur, og í løtuni er Símun Rógvi í ferð við endurvenjing eftir skurðviðgerðina, sum mátti til. Ætlandi er endurvenjingin liðug tíðliga í summar, soleiðis at Símun Rógvi tá er við í kappingini um plássið millum stólparnar.

Umframt at vera partur av besta manshópinum, verður Símun Rógvi eisini partur av venjaratoyminum kring 1. deildarlið okkara, skrivar havnarliðið á heimasíðuni hjá felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder