Fótbóltur

Sjálvsrannsakan í Týsklandi eftir enn eitt risa vónbrot

- Tað pínir okkum nógv, at vit eru slignir út. Men vit noyðast at hyggja frameftir, og hava vit nú sett gond á einum tilgongd, har tað skal gerast greitt, hvussu vit skulu handfara tað, sigur forsetin í DFB.

Týskland varð annað HM-endaspælið á rað sligið út í HM-bólkaspælinum. Nú  (Mynd: EPA)

Týskland varð annað HM-endaspælið á rað sligið út í HM-bólkaspælinum. Nú (Mynd: EPA)

2022-12-02 15:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týskland vann í gjárkvøldið 4-2 á Kosta Rika, men hetta var einasti sigur hjá týskarunum í bólkaspælinum, og tað rakk ikki til víðari luttøku. Harvið er Týskland annað HM-endaspælið á rað úti longu eftir bólkaspælið.

Les eisini: Týskland aftur sligið út longu í bólkaspælinum

Tað var greitt áðrenn, at eitt ættarliðsskifti er í gongd, men tað var ógvuliga óvæntað, at tað skuldi ganga so galið, og at japanar fóru at enda frammanfyri.

Áðrenn 2018 var hetta ongantíð hent fyrr - gamaní tapti Týskland í fyrsta umfarið 1938, tá tað bert vóru knock-out dystir í HM. Frá 2002 til og við 2014, tá HM-gullið kom í hús fyri fjórðu ferð, kom Týskland hvørja ferð í minsta lagi hálvfinaluna.

Nú eru nýggjar tíðir, og til EM í fjør varð áttandapartsfinalan endastøðin. Á sosialu miðlunum er Joshua Kimmich ein av spælarunum, ið harmast. Tekniskt gávaði miðvallarin/bakkurin hevur vunnið alt, ið vinnast kann, við Bayern München, men síðani hann kom á A-landsliðið í 2016 hevur gingið niðureftir. Kimmich segði við týskt sjónvarp í gjárkvøldið, at hetta var ringasti dagur í lívi hansara, og tað hevur verið sum at detta niður í eitt hol, og hann kennir tað sum, at hesar miseydnaður royndirnar seinastu árini eru knýttar tætt at hansara persóni.

Eftir dystin í gjár og útsagnirnar hjá Thomas Müller og Hansi Flick, er eisini ivasamt um ein av ímyndunum seinastu tólv árini og nýliga setti venjarin, halda fram. Tá Flick, ið hevur sáttmála til og við EM-endaspælið á heimavølli í 2024, varð spurdur um hann heldur fram hóast vanlukkuliga úrslitið segð hann: 

"- Vit fara at finna útav júst tí skjótt. Tað er torført at svara uppá nú beint eftir dystin, tá vit eru slignir út.

Royndi málverjin Manuel Neuer, ið ikki hevur havt nakað gott endaspæl, gjørdi tó greitt, at hann var til reiðar, um boð aftur verða eftir honum.

[object Object]

Manuel Neuer er sinnaður at halda fram 

[object Object]

Ivasamt er tó hvussu verðrur við venjaranum - hóast Hansi Flick og DBU hava sáttmála (Myndir: EPA)

Tilgongdin at hyggja uppá hvussu tað gekk galið, og hvat skal gerast fyri at rætta uppá hetta, er byrjað í týska fótbóltssambandinum. 

- Sum tit kunnu ímynda tykkum, er tað eitt stórt vónbrot, og tað pínir okkum nógv, at vit eru slignir út. Men vit noyðast at hyggja frameftir. Vit eru farnir í gongd við eina tilgongd, har tað skal gerast greitt, hvussu vit skulu handfara hetta.

Tað segði forsetin í DFB Bernd Neuendorf, tá fjølmiðlafólk fingu orð á hann á flogvøllinum í Doha fyrr í dag.

Neuendorf og starvsfelagirnir kunnu ikki fara heim at njóta nakað - nú er tíð til sjálvrannsakan hjá stóru og stoltu fótbóltstjóðini, ið skal hava eina endurreisn til EM-endaspælið á heimavølli um eitt og eitt hálvt ár. Týskland hevur longu eitt pláss í endaspælinum, og landsliðið skal - við ella uttan Hansi Flick - hugsavna seg um at flyta seg rættan vegin upp til kappingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder