Hondbóltur

Sjey altjóða dystir í Høllini á Hálsi um vikuskiftið

Lettland og Italia leggja fyri klokkan 17. Klokkan hálvgun átta spæla Luksemborg og Føroyar. Kringvarpið vísir dystirnar hjá Føroyum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-14 15:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HM-undankappingin í Høllini á Hálsi fer av bakkastokki dag, og næstu dagarnar verða Føroyar karmur um sjey altjóða dystir.

Luttakandi londini í hesari undankappingini eru Lettland, Italia og Luksemborg. Fyrsti dysturin verður millum Lettland og Italia, og verður bríkslaður í gongd klokkan 17. Seinni dysturin í dag verður millum Luksemborg og Føroyar kl. 19:30. Okkara menn eru favorittar at vinna dystin. 

Í morgin verður byrjað við avgerandi European Cup-brakinum millum H71-kvinnurnar og Naisa Nis úr Serbia.

Kringvarpið sjónvarpar dystirnar hjá Føroyum umframt tann hjá H71 leygardagin. FM1 sigur eisini frá.

Portalurin verður til staðar alt vikuskiftið, og vit fara at hava myndir, dystarfrásagnir og videosamrøður.

Sí eisini: Myndir: Seinastu smálutirnir skulu upp á pláss

Leiksskráin sær soleiðis út

Fríggjadagur
Kl. 17.00 Lettland – Italia
Kl. 19.30 Luksemborg – Føroyar (KVF, FM1)

Leygardagur
Kl. 14.00 H71 – ZRK Naisa Nis (KVF, FM1)
Kl. 17.00 Lettland – Luksemborg
Kl. 19.30 Italia – Føroyar (KVF, FM1)

Sunnudagur
Kl. 15.30 Italia – Luksemborg
kl. 18.00 Føroyar – Lettland (KVF, FM1)

Føroyski hópurin til fyrsta dystin

Málverjar: 
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71

Vinstru vengur:
Sjúrður Olsen, Tønder (DAN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DAN)

Høgru vengur: 
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DAN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)

Bakkar: 
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder