Oyggjaleikir 2019

Sjey heiðursmerki til svimjararnar í kvøld

Gull til Vár Eidesgaard, Alva Hjelm, Róland Toftum og Signhild Joensen.

Alvi Hjelm (Mynd: Sverri Egholm)

Alvi Hjelm (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-09 19:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld gekk væl hjá føroysku svimjarunum á Gibraltar. Fleiri heiðursmerki komu í hús.

Vár Eidesgaard vann gull í 1500 metrum frí við tíðini 16:47:54. Alvi Hjelm gjørdi seg galdandi í bæði 400 metrar blandað har hann vann gull við tíðini 4:28.69, og í 200 metrum frí, har hann fekk bronsu við tíðini 1:51.76. Til 200 metrar frí vóru tveir føroyingar á sigurskamlinum, tí Óli Mortensen var eina lítla løtu fyrr, og vann silvur við tíðini 1:51.70.

Í 100 metrum ryggsvimjing vann Signhild Joensen gull fyri Føroyar við tíðini 1:01.90, og lítla løtu seinni svam Róland Toftum seg á mál sum nummar eitt í 50 metrar bringusvimjing við tíðini 28.69.

Síðsta heiðursmerki í kvøld tá kvinnurnar svumu 4x50 metrar blandað. Barbara Debes, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Signhild Joensen og Rebekka Trygvadóttir vunnu bronsu til Føroyar við tíðini 1:57.79.

Svimjing er aftur á skránni í annaðkvøld.

(Myndir frá í kvøld koma um eina løtu)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder