Fótbóltur

Sjónband: Frá 0-3 til 3-3 uppá 10 minuttir

07 Vestur var á veg ímóti greiðum ósigri á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá HB, men seinastu løtuna í dystinum vendist alt á høvdið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-05-27 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í 1.deild varð leikt farna vikuskifti. Víkingur og B68 vunnu á útivølli, og eysturoyarliðini hava bæði sjey stig og málúrttøkuna +4 og eru so at siga javnsett á 1. plássi. Víkingur hevur tó skorað fleiri mál.

07 Vestur fekk javnleik í Leirvík í 2. umfari og hevur, eins og HB, spælt javnleik móti B71 í ár. 

Tá sá einki út hjá 07 Vestur í heimadystinum móti næstbesta liðnum hjá HB, tí longu eftir 10 minuttir var 0-2 eftir mál frá Róa av Fløtum og Jógvani Skeel Nolsøe. Stutt fyri hálvleik økti Gilli Róason til 0-3, og tað var støðan á Dungasandi til eitt lítið korter var eftir. Tá minkaði Dann Fróðason um munin við stútara eftir hornaspark, fimm minuttir seinni skoraði Karl Weihe til 2-3, og síðani tryggjaði innskifti Jógvan Petersen, ið er komin úr HB, heimaliðnum eitt dramatiskt stig.

Sí málini omanfyri

Úrslitini í 3. umfari: 
07 Vestur - HB 3-3 (0-3)
B71 - AB 2-0 (1-0)
NSÍ - Víkingur 2-4 (1-2)
FC Hoyvík - B68 0-3 (0-2)
B36 - KÍ 2-1 (0-0)


Støðan: 
Víkingur 7
B68 7
B36 6
B71 5
KÍ 4
NSÍ 4
07 Vestur 3
HB 2
FC Hoyvík 1
AB 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder