Fótbóltur

Sjónband: Sí saksasparkið hjá Klæminti

Málrevurin úr Rituvík javnaði í 97. minutti í dramatiska oddadystinum fríggjakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-04 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

32-ára gamli Klæmint Andrasson Olsen skoraði fríggjakvøldið sítt fjórða almenna mál, síðani hann skifti til Breiðablik og íslendskan fótbólt.

Talan var um eitt umráðandi mál, ið áleyparin úr Rituvík skoraði á hegnisligan hátt. Klæmint gjørdist fríur í málteiginum í 97. minutti í oddadystinum og vendi móti egnum máli, tá hann beindi bóltin hjá Víkingi. Hann javnaði til 2-2, beint eftir at Breiðablik hevði minkað um munin til 1-2.

Fimm stig eru á muni millum oddaliðið Víking Reykjavík, ið hevur Gunnar Vatnhamar í hópinum, og Breiðablik.

Til ber at síggja málið frá 2.08 á videobrotinum ovast í greinini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder