Hann spældi 319 dystir í Betrideildini umframt 83 í kappingini um Løgmanssteypið. Teir allarflestu av teimum við Barndómsfelagnum NSÍ, ið Sjúrur Jacobsen vann steypakappingina við í 2002 og FM í 2007.
Ímóti endanum av sínari tíð sum leikari spældi Sjúrður eitt ár við ÍF og tvey við EB/Streymi, og hann helt fram í EB/Streymi sum hjálparvenjari. Hetta var í 2018, og í fjør var Sjúrður hjálparvenjari á Skála.
Í ár verður Sjúrður Jacobsen hjálparvenjari hjá KÍ. Hetta skrivaði Norðlýsið í gjárkvøldið. Hann avloysir Atla Danielsen, ið hevði hendan leiklutin í fjør.
KÍ vann í fjør fyri fyrstu ferð í 20 ár og skal royna at verja heitið og eisini royna seg í Champions League. Liðið hevði sína fyrstu felagsvenjing í ár í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald