Fótbóltur

Skála bjargaði sær eitt stig í evstu løtu

Heimaliðið var aftanfyri 2-0 og 4-3 móti ÍF, men innskifti Jóhan Bergsson Johansen skoraði til 4-4 í 94. minutti í sera undirhaldandi dystinum.

Jóhan Johansen verður fagnaður fyri hansara mál ið tryggjaði Skála eitt stig (Mynd: Sverri Egholm)

Jóhan Johansen verður fagnaður fyri hansara mál ið tryggjaði Skála eitt stig (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-23 22:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var als ikki óahúgavert at hyggja eftir Skála -ÍF í kvøld. Teir á heimaliðnum vistu, at hetta var ein av realistisku møguleikunum at fáa virðirsmikil stig í niðurflytingarstríðnum, ÍF royndi at koma aftur á sigurskós men spældi rímiliga frítt, og bæði liðini skoraðu fýra ferðir, og tað var dramatiskt ímóti endanum.

Myndir: Skála - ÍF

Filip Djordjevic var í hopla, og í 20. minutti var hann fyrstu ferð á blettinum. Gott ÍF-álop, eitt innlegg til aftaru stong, har Uros Stojanov stútaði bóltin niður til ein púra frían Hans Jákup Lervig. Bárður á Reynatrøð stórbjargaði royndini frá fyrrverandi liðfelaganum, men Filip var til reiðar til returbóltin. Bert tríggjar minuttir seinni sendi Sámal Joensen eitt fírsparksinnlegg úr høgru og ein púra fríur Filip økti. 0-2 og tað sá svart út hjá Skála. Men so fór heimaliðið hægri upp á vøllin at trýsta og fekk skapt nakrar støður. Verjuleikarin Kristian Martin Jacobsen minkaði um munin við stútara eftir horna úr vinstru, og tríggjar minuttir seinni jagstraði Andreas Egeberg ein langa alvering, vann tvídystin við Jan Ellingsgaard, og var ísakaldur tá hann kom inn í brotsteigin.

[object Object]Andreas Egeberg Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Skála hevði svarað væl aftur og helt fram eftir steðgin. Í 58. minutti skoraði Ronni Møller-Iversen annan dystin á rað, og so var heimaliðið á odda og stór frøi á teimum í appelinslittum og svørtum. Hetta var fyrstu ferð í ár at Skála hevði fingið fleiri enn tvey mál í einum dysti, men ein annar trupulleiki er, at ov nógv fara inn og miðskeiðis í 2. hálvleiki fullu tvey mál skjótt. Fyrst var Filip Djodjevic aftur fyrstur á einum returbólti og fekk sítt hattrikk, og í næsta álopinum hjá fuglfirðingum kom Uros Stojanov at standa púra fríur í málteignum: 4-3 og Uros er aftur einsamallur toppskjútti í Betrideildini. 

[object Object]Stórur fagnaður á teimum á Skála-liðnum eftir 3-2 málið hjá Ronni Møller-Iversen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
ÍF svaraði skjótt aftur, eftir at tað bleiv 3-2 (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta var ein smeitur fyri Skála, ið tó vísti góðan stríðsvilja og fekk eitt stig burturúr - eitt stig, ið kann gerast sera týdningarmikið. Innskifti Karl Martin Johansen vann bóltin niðri við egna hornaflagg í vinstru, spældi bóltin hegnisliga fram ti lAndreas ið førdoi bóltin væl og langt fram. Innskifti Aksel Bjartalíð Danielsen sendi ein høgan bólt inn í brotsteign, har Pætur Dan Jaacobsen kom fyrstur á. Síðani var lítið skil á í nøkur sekund, áðrenn Niels Pauli Danielsen royndi seg av brotsteigarmarkinum. Skotið varð blokerða, men endaði hjá púra fría innskiftaranum Jóhan Bergssyni Johansen. Hann hevur skorað 11 mál í 2. deild í ár og var ísakaldur í støðuni: Við vinstru uttarusíðu skoraði hann til 4-4. Skála hevur nú fýra stig upp til AB, ið undan dystinum í kvøld var einasta liðið, ið teir botnproppurin hevði fingið stig ímóti.

[object Object]
Menn vórðu heitir í yvirtíðini...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Men Jóhan helt høvdið kalt, tá hann skuldi (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Og ungu Skála-fjeppararnir, ið settu sín dám á, kundu fegnast (Mynd: Sverri Egholm)


Betrideildin 21. umfar
23. september

Skála - ÍF 4-4 (2-2)
20' Filip Djordjevic 0-1
23' Filip Djordjevic (Sámal Joensen) 0-2
36' Kristian Martin Jacobsen (Niels Pauli Danielsen) 1-2
39' Andreas Egeberg Jacobsen 2-2
58' Ronni Møller-Iversen (Poul Kallsberg) 3-2
66' Filip Djordjevic  3-3
67' Uros Stojanov (Hans Jákup Lervig) 3-4
94' Jóhan Bergson Johansen 4-4

Hinir dystirnir í dag:

TB - NSÍ 0-1 (0-0)
50' Jann Benjaminsen (Petur Knudsen) 0-1

Les eisini: NSÍ fer norðurum Suðuroyarfjørð aftur við trimum stigum

 

EB/Streymur - HB 1-5 (1-2)
20' Hilmar Leon Jakobsen 0-1
24' Andras Olsen 1-1
26' Daniel Johansen 1-2
48' Adrian Rúnason Justinussen 1-3
77' Hilmar Leon Jakobsen 1-4
82' Øssur Dalbúð (Daniel Johansen) 1-5

Myndir: EB/Streymur - HB
HB økti um munin í oddinum

Støðan

1. HB 52 stig (20 dystir)
2. KÍ 48 stig (20 dystir) 
3. NSÍ 44 stig (20 dystir)
4. B36 40 stig (18 dystir)
5Víkingur 38 stig (19 dystir)
6. ÍF 21 stig (20 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (21 dystir)
8. TB 14 stig (21 dystir)
9. AB 7 stig (20 dystir)
10. Skála 3 stig (20 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder