Tað vóru tvey tey niðastu liðini í Meistaradeildini - tey einastu uttan sigur eftir trý umfør - sum hittust á Skála í kvøld.
Skála hevði ikki nakað stig yvirhøvur, og tað hava uppflytararnir framvegis ikki. Gestirnir úr Sundalagnum fóru avstað við øllum og eru eftir 2-1 sigurin á Skála omanfyri strikuna.
![]()
![]()
Tað sær ikki gott út hjá Skála, sum longur hevur spælt ímóti nummar 7,8 og 9 á stigatalvuni
EB/Streymur spældi javnleik móti KÍ undan landsliðssteðginum og bygdi nú ár hetta.
19-ára gamli Hans Pauli á Bø, sonur EB/Streyma legenduna Egil á Bø, gjørdist stóri maðurin hjá liðnum hjá Sigfríði Clementsen. Miðvallarin skoraði bæði málini hjá útiliðinum - bæði fyri steðgin.
Tað gjørdi ikki støðuna hjá Skála betri, at Teitur Poulsen fekk tvey gul kort og harvið varð útvístur innanfyri fyrstu tíggju minnuttirnar eftir steðgin.
1-2 málið kom í yvirtíðini, og harvið fýra tepur tap. Liðið hjá Paula Poulsen hevur eisini tapt móti trimum av liðunum, sum eru beint omanfyri seg: B68, 07 Vestur og nú EB/Streymi, sum nú er omanfyri strikuna.
Ávaringarlampurnar lýsa á Skálafjøðrinum har stig skjótt skulu í hús. Í mun til vinnaran í 1. deild í fjør, hevur hin uppflytarin níggju stig: AB hevur vunnið á B68, EB/Streymi og 07 Vestur - uttan at lata mál inn.
Sí eisini: AB blandar seg av álvara í oddin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald