Fótbóltur

Skála gjørt sáttmála við tveir danir

Søren Brøsted Nielsen heldur fram og Ronni Møller-Iversen kemur afturat.

Ronni Møller-Iversen skiftir KÍ búnan út við Skála búnan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ronni Møller-Iversen skiftir KÍ búnan út við Skála búnan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-12-27 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skála Ítróttarfelag kundi í gjár kunngera tvær jólagávur til sínar fjepparar. Nevniliga, at felagið hevur gjørt sáttmála við danirnar Søren Brøsted Nielsen og Ronni Møller Iversen.

Søren Brøsted Nielsen spældi eisini við Skála seinni hálvu í ár, tá hann veruliga vísti sínar dygdir, serliga í sera avgerandi 4-2 sigrinum á AB har Søren skjeyt øll fýra málini fyri Skála.

Við Søreni úr Danmark kemur eisini Ronni Møller-Iversen at mynda álopssinnaða spælið hjá Skála komandi ár. Ronni spældi við KÍ seinasta kappingarár, og hevur hann nakrar eyðsýndar kvalitetir, sum passar væl inn í spælistílin hjá Skála, skrivar felagið í boðunum til viðhaldsfólkið.

Umframt at spæla við besta liðnum, koma teir báðir at venja eitt ungdómslið í part hjá felagnum. Søren kemur somuleiðis at verða samskipari hjá Skála Ítróttarfelag í 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder