Fótbóltur

Skála hava skil á verjupartin - AB skal byrja at skora mál

Liðini, sum spæla um sera týdningarmikil stig í niðaru hálvu í kvøld, hava á ein hátt hvør sína avbjóðing á Skála í kvøld. Heimaliðið er m.a uttan eitt av sínum mest vandamiklu vápnum.

Uppgávurnar hjá AB hava verið stórar í fyrstu umførunum - nú bíðar tann mest umráðandi higartil hjá argjamonnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Uppgávurnar hjá AB hava verið stórar í fyrstu umførunum - nú bíðar tann mest umráðandi higartil hjá argjamonnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-28 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvey mál í Sarpugerði og tvey mál í Gundadali móti B36 - í báðum førum koma teir appelsinlittu á odda tíðliga í dystinum. Hóast hetta, og hóast liðið er væl við til seint í dystinum móti Víkingi, so eru skálamenn nakað væl frá at fáa stig, um hugt verður eftir máltalvuni, tá dysturin er av. Fimm mál fóru inn aftanfyri Bárð á Reynatrøð í 2. umfari, og seks fóru inn í 3. umfari - samanlagt hevur Skála latið 13 mál inn í ár.

[object Object]
Teitur Reinert Joensen skal royna at stýra einari annars óroyndari verju (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í fleiri førum hevur verið dekkað alt ov illa upp - millum annað í samband við deyðbóltsstøður, har skálamenn eisini hava havt trupulleikar við at ruddað bóltin burtur. Av teimum sum hava spælt í baktetuni er tað bert Teitur Reinert Joensen, ið hevur nógvar royndir í fremstu røð.

- Feilir eru ein partur av spælinum, men umráðandi er, at vit læra av teimum. Við fleiri royndum vera vit sterkari og klókari fyri hvønn dyst.

[object Object]
Jan Ingason Hansen í dystinum í Sarpugerði í 2. umfari, har hann skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini

Hetta sigur 22-ára gamli Jan Ingason Hansen við Portalin. Hann er ein av teimum lokalu, ið nú fær nógva spælitíð. Høgi og tekniskt sterki leikarin hevur skorað í báðum dystunum, hann hevur verið við frá byrjan: Á útivølli móti Víkingi og B36. 

Les eisini: -Sera umráðandi at vit fáa stig nú

Hjá Skála var tað ein smeitur, at skjóti og spennandi Andreas Egeberg Jacobsen noyddist út í 1. hálvleiki í Gundadali. Talan var um ein fipurskaða, og leikarin ið skoraði eitt og legði upp til hitt í Sarpugerði, og sum var við í málinum og øðrum góðum støðum í 1. hálvleiki móti B36, verður helst úti í minst ein mánað. Aksel Bjartalíð Danielsen er tó tøkur aftur, og hóast hann er ein øðrvísi typa enn Andreas, so verður klaksvíkingurin helst eitt slag av avloysara komandi tíðina. Skála misti eisini sín høgra bakk, Jóhan Waag Høgnesen, tíðliga. Talan var eisini um eina fipur, og Jóhan er tí ikki tøkur í kvøld. 

[object Object]

Argjamenn hava spælt ímóti Víkingi, B36 og HB. Í fyrsta dystinum komu argjamenn í fleiri góðar støður, men í dystunum móti "stórubeiggjunum" er millum lítið og einki komið burturúr frameftir. 

- Vit fara fyrst og fremst út at halda nullið, sum er sera umráðandi fyri okkum. So er sjálvandi eisini viktugt, at vit fáa hol á málskjótingina í morgin, so vit kunnu byrja at vinna dystir.

Hetta sigur álopskendi Bjarki Nielsen, ið leggur dent á, at tað hevur nógv at siga hjá AB at vinna slíkar dystir

Les eisini: -Lykilin er at arbeiða sum ein eind og at arbeidð harðari enn hinir

AB hevur fingið meira burturúr fyrstu trimum umførunum, enn væntast kundi áðrenn. Nú ræður tað um at fáa stig í hesari innanhýsis botnuppgerðini, ið helst verður tøtt.

4. umfar í Betrideildini

NSÍ - ÍF 5-0 (1-0)
8' Klæmint Olsen (Petur Knudsen) 1-0
50' Klæmint Olsen (Mórits Heini Mortensen) 2-0
57' Morits Heini Mortensen (Klæmint Olsen) 3-0
60' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 4-0
76' Betuel Hansen (Jann Julin Benjaminsen) 5-0

NSÍ (5-3-2/3-5-2): Tórður Thomsen - Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Daivdsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Bárður Jógvansson Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Jann Julin Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (28' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hákun Edmundsson, Bogi Løkin - Dànjal á Lakjuni (24' Gundur Ellingsgaard Petersen), Filip Djordjevic, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Uros Stojanov
 
Myndir frá dystinum

TB - B36 1-3 (1-2)
6' Michal Przybylski 0-1
29' Poul Ingason (John Villi Wøldike Leo) 1-1
40' Sonni Ragnar Nattestad 1-2
48' Meinhard Olsen 1-3

TB (4-2-3-1): Meinhardt Joensen - Eirikur Ellendersen, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo - Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson - Poul Ingason

B36 (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Myndir frá dystinum

Støðan: 

1. B36 (12 stig) *
2. NSÍ (9 stig) *
3. HB (9 stig) 
4. Víkingur (7 stig)
5. KÍ (6 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)*
8. AB (1 stig) 
9. TB (0 stig) *
10. Skála (0 stig)

*Ein dyst fleiri

Les eisini: B36 og NSÍ avgjørdu tíðliga í 2.há
lvleiki

Hósdagin 28.05: 
17.00: HB - Víkingur

Les eisini: Nú skal HB av álvara standa sina roynd

19.00: KÍ - EB/Streymur
           Skála - AB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder