Fótbóltur

- Lykilin er at arbeiða sum ein eind og at arbeiða harðari enn hinir

- Sjálvandi er tað umráðandi, at vit fáa hol á málskjótingina, so vit kunnu byrja at vinna dystir. Hetta sigur Bjarki Nielsen hjá AB, sum í kvøld vitjar á Skála.

AB skal fyri fyrstu ferð í ár spæla ímóti liðið úr botn-fimm: - Vit fara út fyri at vinna 3 stig á kontoina, sum er málið áðrenn hvønn dyst (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB skal fyri fyrstu ferð í ár spæla ímóti liðið úr botn-fimm: - Vit fara út fyri at vinna 3 stig á kontoina, sum er málið áðrenn hvønn dyst (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-28 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur, B36 og HB. Hetta hava verið uppgávurnar hjá AB í teimum fyrstu trimum umførunum. Eingin av dystunum hevur verið uttanfyri høvuðsstaðarøki, men fyri AB, ið varð mett at verða illa fyri beint undan kappingarbyrjan, hevur hetta verið ein harður kostur. Fyrsta royndin eydnaðist heilt væl, tí Víkingur fekk einki mál á Argjum, og AB vann sær eitt stig

B36 og HB hava tó verið alt og stórur bitar - í kvøld er uppgávan øðrvísi hjá Bjarka Nielsen og hinum, sum fara til Skála - málið er tó hitt sama:

- Tað er heilt sikkurt, at vit hava havt tríggjar tungar uppgávur ímóti teimum sokallaðu top fimm liðnum, og vit hava verði undirtippaðir í øllum dystunum, sum passar okkum fínt. Nú skulu vit so møta einum av liðnum, ið við allarhelst koma at kappast við í ár. Dystarætlanin verður tann sama sum hinar dystinar: Vit fara út fyri at vinna 3 stig á kontoina, sum er málið áðrenn hvønn dyst.

[object Object]
Bjarki í luftdysti móti B36 

AB er málleyst higartil. Null mál eftir tríggjar dystir er ikki nøktandi fyri eitt lið, men Bjarki leggur dent á, at tað skal verða í lagi í báðum endum í morgin:

- Vit fara fyrst og fremst út at halda nullið, sum er sera umráðandi fyri okkum. So er sjálvandi eisini viktugt, at vit fáa hol á málskjótingina í morgin, so vit kunnu byrja at vinna dystir.

Les eisini: -Umráðandi at vit fáa stig nú

Vit spyrja til seinast 21-ára gamla argjamannin, hvussu umráðandi dysturin á Skála í kvøld er fyri AB, og hvat skal til fyri at AB fær eitt gott úrslit við suður: 

- Lykilin fyri at vit vinna á Skála er, at vit allir sum ein arbeiða saman sum ein eind. At vit taka metrar fyri hvønn annan, og at vit arbeiða harðari enn mótstøðuliðið - so eri eg vísur í, at tað nokk skal geva úrslit. Sjálvandi hevur tað nógv at siga, at vit vinna dystin, tí Skála er eitt av liðunum, ið vit allarhelst koma at berjast við í ár. Tí er tað sera umráðandi at vinna innanhýsis dystirnar móti teimum.

Skála tekur ímóti AB í kvøld klokkan 19. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder