Fótbóltur

- Sera umráðandi at vit fáa stig nú

Tað sigur 22-ára gamli Jan Ingason Hansen, ið seinastu vikurnar hevur skorað bæði móti B36 og Víkingi á útivølli. Hann slær fast, at á Skála skulu teir á nýggja liðnum læra av mistøkunum í fyrstu umførunum.

Jan í dysti í Sarpugerði í 2. umfari. Nú skal hann royna at gera mun í einum tøttum dysti, har Skála skal royna at fáa fulla úrtøku móti AB (Mynd: Sverri Egholm)

Jan í dysti í Sarpugerði í 2. umfari. Nú skal hann royna at gera mun í einum tøttum dysti, har Skála skal royna at fáa fulla úrtøku móti AB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-28 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan kappingarbyrjan vóru tað langt frá øll fótbóltsáhugaði í Føroyum, ið veruliga kendust við Jan Ingason Hansen. 22-ára gamli skálamaðurin hevur seinastu árini verið nógv plágaður av skaðum, og hørð kapping hevur verið um plássini á vestara armi á Skálafjørðinum - serliga í fjør. Hann hevur fingið 29 dystir í Betrideildini, men í flestu førunum hevur talan verið um stutt innhopp.

Talan gjørdist um tíggju minuttir í 1. umfari móti ÍF, men í Sarpugerði í 2. umfari var Jan við frá byrjan og skoraði annað av málinum hjá Skála. Hann var ísakaldur, tá hann kom í heilt góða støðu, og hevði eisini aðrar góðar atgerðir í serliga 2. hálvleiki. Høgi áleyparin við 18-talinum á rygginum var knappur, tá bólturin datt til hann tíðliga í dystinum í 3. umfari í Gundadali. Jan reiggjaði til, og legði Skála á odda í Gundadali. 

- Tað er altíð góð kensla at hava síðsta fótin á, áðrenn bólturin fer í málið, men fokusið hjá mær liggur á liðavrikinum. Úrslitið hevur alt at siga, og tað kemur bara við einum góðum liðavriki.

[object Object]

Jan Ingason sigur harvið við Portalin, at hann fegnast um síni fyrstu mál í fremstu røð, men tað sum liggur fremst í huganum, er at liðið skal hava stig. Og júst hetta hevur nógv at siga fyri skálamenn, ið einki stig hava eftir trý umfør, í kvøld.

- Tað er sera umráðandi at vit koma á stigatalvuna. Vit skulu halda áfram við tí sum hevur riggað og bøta um mistøkini hjá okkum. Við góðum innsatsi og góðum hugburði kunnu vit geva einum og hvørjum liði harða mótstøðu. Vit fara at gera alt fyri at fáa fulla úrtøku móti AB.

Mistøk í verjustøðu hava kostað Skála, ið hevur skorað tvær ferðir bæði í Sarpugerði og í Gundadali, men sum hevur latið heili 13 mál inn eftir trý umfør. Jan Ingason Hansen leggur tó dent á, at tað mest umráðandi er, at læra av mistøkunum.

- Vit eru at kalla eitt nýtt lið við fleiri ungum leikarum, ið ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini. Feilir eru ein partur av spælinum, men umráðandi er, at vit læra av teimum. Við fleiri royndum vera vit sterkari og klókari fyri hvønn dyst.

Skála tekur ímóti AB í kvøld klokkan 19. Vit dagføra beinleiðis frá dystinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder