Fótbóltur

Skála og AB fingu hvør sítt mál og hvør sítt stig - KÍ vann trygt á EB/Streymi

KÍ roynir at fylgja við HB og B36 og er nú aftur undir liðini á NSÍ. Liðini á Skála vóru bæði ónøgd við javnleikin.

AB legði seg á odda og var leingi á veg ímóti einum sigri á Skála - heimaliðið fekk tó tryggjað sær sítt fyrsta stig í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB legði seg á odda og var leingi á veg ímóti einum sigri á Skála - heimaliðið fekk tó tryggjað sær sítt fyrsta stig í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-28 22:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í Betrideildini hjá monnum vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 19. 

Í Klaksvík gekk tað sum væntað: EB/Streymur fekk ikki gjørt nógv við KÍ, ið skoraði tvær ferðir í 1. hálvleiki. Í samband við 1-0 málið luktaði tað eitt sindur av einum frísparki, men dómarin metti ikki at Ole Erik Midtskogen hevði skumpað Árna G. Olsen, áðrenn stóri norðmaðurin fekk fatur á bóltinum við brotsteigarmarki og skoraði sítt fyrsta mál í Betrideildini. Eitt korter seinni varð Midtskogen feldur, tá hann kom inn í brotsteigin. Jóannes Bjartalíð skoraði triðja dystin á rað úr ellivu metrum og hevur nú fimm mál í 2020.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð skoraði og legði upp í Klaksvík í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
 

KÍ hevði bóltin størsta partin av dystinum, og sigurin kom ongantíð í vanda. Fimm minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var av, stútaði júst innskifti Jonn Johannesen eitt horna fra Bjartalíð í málið. Annan dystin á rað vann Kí við trimum málum. EB/Streymur hevur á pappírinum betri møguleikar týsdagin, tá vitjað verður í Fuglafirði.

[object Object]Bjarki Nielsen skoraði fyrsta málið hjá AB í ár 

Í fyrra hálvleiki í dystinum vóru argjamenn betri. Bjarki Nielsen legði eisini argjamenn á odda við beinleiðis frísparki. Bárður á Reynatrøð irðaði seg um, at hann varð fangaður á skeiva staðnum í málinum, men málvejrin hjá Skála helt liðnum inni við einari frálíkari bjarging í 2. hálvleiki.

[object Object]Heimaliðið søkti at fyri at fáa útjavnandi málið 

Ístaðin var tað Skála, ið fekk mál. Tað var Jan Ingason Hansen, ið átti seinasta fótin á, eftir at Heðin Klakstein legði innfyri. Hetta var triði dysturin á rað, at 22-ára gamli áleyparin skoraði. Hetta var tíggju minuttir, áðrenn vanliga leiktíðin var av, og tað gjørdist inntenst og spennandi seinastu løtuna. Fyrst fekk Silas Eyðstinsson fingrarnar á gott skot frá Pæturi Dam Jacobsen, síðani høvdu argjamenn ein góðan møguleika, áðrenn Jan fekk seinasta møguleikan í dystinum.

Bæði liðini irðaðu seg um endaliga úrslitið, men kunnu tó sum heild vera rímiliga nøgd. AB fekk eitt stig á útivølli og fekk sítt fyrsta mál í ár - Skála fekk eitt stig ístaðin fyri null aftur, og tað var tað fyrsta, ið teir appelsinlittu hava fingið í ár. Bæði liðini taka í 5. umfari ímóti liðum sum hava níggju stig: KÍ vitjar á Argjum og NSÍ á Skála. 

Betrideildin, 4.umfar
28.05 - í dag

KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
17' Ole Erik Midtskogen (Odmar Færø) 1-0
33' Jóannes Bjartalíð (Ole Erik Midtskogen) 2-0
84' Jonn Johannesen (Jóannes Bjartalíð) 3-0 

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóanes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen, Ole Erik Midtskogen (46' Jesper Brinck - spældu 3-4-3 í 2. hálvleiki), Páll Andrasson Klettskarð 

EB/Streymur (4-5-1): Rói Zacariasen - Petur Zachariasen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Ragnar Danielsen - Magnus Jarnskor, Fannhard Antonsson Skoradal, Símun Sólheim, Gutti Dahl-Olsen, Teitur Debes Olsen - Magnus Heinason


Skála - AB 1-1 (0-1)
34' Bjarki Nielsen 0-1
80' Jan Ingason Hansen (Heðin Klakstein) 1-1

Skála (4-4-2): Bárður á Reynatrøð - Teitur Poulsen, Teitur Reinert Joensen, Hjalti Strømsten, Djóni Jansson Petersen - Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Djóni Johansen - Jan Ingason Hansen, Ronni Møller-Iversen

AB (4-5-1): Silas Eyðsteinsson - Tróndur á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson - Tóki á Lofti, Jasper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen, Jákup Pauli Breckmann, Bjarki Nielsen - Adeshina Lawal


HB - Víkingur 3-0 (2-0)
5' Rene Shaki Joensen 1-0
37' Mathias Nygaard (Rene Shaki Joensen) 2-0
61' Mathias Nygaard (Pætur Petersen) 3-0

HB (4-3-3): 
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen -  Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Dan í Soylu - René Shaki Joensen (64' Samuel Johansen Chukwudi), Pætur Petersen,  Adrian Rúnasson Justinussen (16' Øssur Dalbúð - 80' Ási Pálsson Dam )

Gult kort: Dan í Soylu, Mikkel Frankoch og Delphin Tshiembe

Venjari: Jens Berthel Askou

Myndir frá dystinum


Víkingur (4-2-3-1): 
Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen (69' Noah Mneney) - Lukasz Cieslewicz (73' Arnbjørn Svensson), Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (46' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Gult kort: Atli Gregersen, Ari Olsen, Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar

Venjari: Eyðun Klakstein

Les eisini: HB í stórum stíli móti Víkingi

Myndir frá dystinum

27.05 - í gjár

NSÍ - ÍF 5-0 (1-0)
8' Klæmint Olsen (Petur Knudsen) 1-0
50' Klæmint Olsen (Mórits Heini Mortensen) 2-0
57' Morits Heini Mortensen (Klæmint Olsen) 3-0
60' Klæmint Olsen (Jann Julin Benjaminsen) 4-0
76' Betuel Hansen (Jann Julin Benjaminsen) 5-0

NSÍ (5-3-2/3-5-2):Tórður Thomsen - Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Daivdsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Bárður Jógvansson Hansen, Mórits Heini Mortensen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Jann Julin Benjaminsen - Klæmint Andrasson Olsen (L), Petur Knudsen

ÍF (4-2-3-1): Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ólavsson Ellingsgaard (L) (28' Sámal Joensen), Andy Olsen - Hákun Edmundsson, Bogi Løkin - Dànjal á Lakjuni (24' Gundur Ellingsgaard Petersen), Filip Djordjevic, Ari Ólavsson Ellingsgaard - Uros Stojanov

Myndir frá dystinum

TB - B36 1-3 (1-2)
6' Michal Przybylski 0-1
29' Poul Ingason (John Villi Wøldike Leo) 1-1
40' Sonni Ragnar Nattestad 1-2
48' Meinhard Olsen 1-3

TB (4-2-3-1): Meinhardt Joensen - Eirikur Ellendersen, Ndende Adama Gueye, Rasmus Møller, Sebastian Kroner - Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike Leo - Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson - Poul Ingason

B36 (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard - Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski, Meinhard Egilsson Olsen - Sebastian Pingel

Myndir frá dystinum

Les eisini: B36 og NSÍ avgjørdu tíðliga í 2.há
lvleiki


Støðan: 

1. B36 (12 stig) 
2. HB (12 stig) 
3. NSÍ (9 stig) 
4. KÍ (9 stig)
5. Víkingur (7 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (2 stig) 
9. Skála (1 stig)
10. TB (0 stig) 

5. umfar: 
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
15.00: B36 - HB
           Víkingur - TB

17.00: Skála - NSÍ 

19.00: AB - KÍ 


Týsdagin 02.06
19.00: ÍF - EB/Streymur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder