Eins og í Sarpugerði, var tað málríkt og undirhaldandi á Skála í kvøld. Tað hendi nógv, og her var stórur spenningur um úrslitið heilt til seinasta bríksl.
Skála var annars á odda 2-0, tá 23 minuttir vóru spældir. Í báðum førum var tað Maxwell Effiom, sum sló til. Áleyparin úr Nigeria, ið Skála leigar úr 07 Vestur, skoraði sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti, tá hann prikaði bóltin í ÍF-netið eftir upplegg frá Atla Djurhuus Petersen. Í sambandi við annað málið kom bólturin heldur tilvildarliga til Maxwell eftir hornaspark, og tá setti hann lærið á.
ÍF fall tó ikki í fátt, og stutt fyri hálvleik stýrdi Peter Ullum bóltin í málið eftir frísparksinnlegg.
2-1 í steðginum og Skála fekk ikki heilt tamarhald á dystinum aftur beint eftir steðgin. Hetta gagnnýtti útiliðið: Í 54. minutti legði Símun Kalsø væl innfyri úr høgru, og Uros Stojanov gjørdi tað, sum royndi serbiski áleyparin dugir best: At standa á rætta staðnum í brotsteignum og stúta bóltin í málið.
2-2 og dysturin Undir Mýruhjalla var púra opin. Bæði liðini fóru eftir sigrinum, og í summum støðum gjørdist tað ógvuliga opið í verjupartunum.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir, sló Maxwell til fyri triðju ferð. Gott mál eftir upplegg frá innskifta Marjus Nón, og Skála aftur á sigurskós.
Tað hevði verið ógvuliga kærkomið, tí Skála hevði bert fingið eitt stig í undanfarnu sjey dystunum - síðani sigurin á júst ÍF á Skála 1. juni. Liðið hjá Paula Poulsen er eftir tapið fyri EB/Streymi beint omanfyri strikuna, og fekk bert flutt seg eitt stig longur burtur, hóast man var á sigurskós móti botnproppinum.
Í 83. minutti var Peter Ullum aftur frammi í Skála-brotsteignum, har danski miðverjin fekk stýrt bóltinum í netið við høvdinum: 3-3.
Skála hevði stórar møguleikar at avgerða seinastu løtuna: Serliga Maxwell og Ragnar Skála. Teir í appelsinlittum vóru tó ikki nóg skarpir tá, og hetta kann kosta, tá alt kemur til alt í oktober. Stigið merkir ikki serliga nógv fyri ÍF, annað enn á tí sinnisliga økinum. Nú hava fuglfirðingar fýra stig - framvegis ongan sigur.
Betri deildin menn 20. umfar
Fríggjadagin 23.08
Skála - ÍF 3-3 (2-1)
8' Maxwell Effiom (Atli Djurhuus Petersen) 1-0
24' Maxwell Effiom 2-0
42' Peter Ullum (Jákup Andrias Thomsen) 2-1
54' Uros Stojanov (Símun Kalsø) 2-2
71' Maxwell Effiom (Marjus Nón) 3-2
83' Peter Ullum 3-3
Í morgin, leygardagin 24.08
17.00: 07 Vestur - B68
Sunnudagin 25.08
15.00: KÍ - EB/Streymur
Týsdagin 27.08
18.30
B36 - Víkingur
NSÍ - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald