Fótbóltur

Skála tekur ímóti EB/Streymi í morgun

Klokkan 11.00 verður venjingardystur leiktur ímillum tvey lið í Betrideildini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-20 08:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv fokus er á evropeiskan fótbólt í løtuni. KÍ og HB skulu spæla í 2. umfari í Europa League komandi tvær vikurnar, men Betrideildin fer eisini í gongd aftur innan eina viku.

Tvey lið sum hava havt summarfrí spæla fyrrapartin venjingardyst. Skála og EB/Streymur hittast Undir Mýruhjalla sum liður í fyrireiking til seinnu hálvu. Hesi liðini spældu í seinasta umfarinum undan steðginum, tann 28.06 á Eiði, og tá vann Skála 1-0. Hetta var fyrsti sigur hjá Skála í tveir mánaðir. Teir appelsinlittu fingu annars eina sera góða byrjan uppá kappingarárið. EB/Streymur vann 2-1 á Skála á páskum.

Hjá Skála er Søren B. Nielsen farin heim. Danski áleyparin spældi bert tveir fyrstu dystirnar í kappingarárinum, og hann er framvegis ikki sloppin av við skaðan, sum hevur farvað hann so at siga alt árið. Leikarin og felagið eru í summar vorðin samd um at slíta samstarvið. Aksel Bjartalíð Danielsen er komin inn í hópin ístaðin - áleyparin er leiðgaur úr KÍ, og hann spælir í dag sín fyrsta dyst fyri teir appelsinlittu. Edvin Jacobsen, ið saknur hevur verið í síðani 6. umfar, venur aftur við fullari ferð og spælir allarhelst aftur í morgun. 

Skála er á 6. plássi við 18 stigum, og EB/Streymur er á 8. plássi við átta stigum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder