Hondbóltur

Skandinaviskt stríð um tvey stig

Danmark ella Norra - Hvør vinnur bólk C? Tað fæst svar uppá Herning í kvøld, har ein føroyingur og eitt norskt stórtalent helst kunnu upplivast.

Jóhan á Plógv Hansen og Danmark skulu í kvøld spæla avgerandi dyst ímóti Norra
(Mynd: EPA)

Jóhan á Plógv Hansen og Danmark skulu í kvøld spæla avgerandi dyst ímóti Norra (Mynd: EPA)

2019-01-17 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað ber til at fáa í mesta lagi fýra stig við sær til millumumfarið í HM í manshondbólti. Til tað krevst, at eitt lið vinnur dystirnar ímóti hinum báðum liðunum, ið koma víðari úr sama bólki í innleiðandi umfarinum. 

Danmark og Norra hava, sum væntað varð frammanundan, vunnið teir fyrstu fýra dystirnar. Bæði hava greitt sett Saudi Arabia, Kili, Eysturríki og Tunesia til viks, og nú bíðar brakið millum skandinavisku tjóðirnar í bólki C. Danmark skal vinna, meðan Norra hevur nóg mikið við javnleiki fyri at vinna bólkin. 

Danmark hevur heimavøll í Hernining og er í favorittleiklutinum í kvøld. Men Norra skal als ikki avskrivast. Liðið er sera spenanndi, og danir meta at hetta er sterkasta norska liðið nakrantíð. Undir leiðslu av Christian Berge hevur liðið verið sannførandi í Jútlandi. Heili 149 mál hava Sander Sagosen og hinir skorað - tað er flest av øllum i endaspælinum. Norra, sum serliga er vandamikið við sínum sínum kontraspælið, var í finaluni seinast HM var. Tá vóru fronsku vertirnir ein ov stórur biti, men nú royna norðmenn seg aftur.

Hesaferð er ein leikari føddur í ár 2000 í hópinum. Navnið er av álvara vorðið kent ímillum hondbóltsáhugaði seinastu dagarnar: Alexander Blonz. 18-ára gamli leikarin varð óvæntað úttikin til HM, men vongurin gjørdist toppskjútti í dystinum ímóti Kili við átta málum. Norðmenn gera nógv burturúr stórtalentinum, ið er liðfelagi við Helga H. Hoydal, Kjartan Johansen og nú eisini Jónas G. Djurhuus, í Viking Stavanger.

[object Object]Norski Alexander Blonz (Mynd: EPA)

Magnus Jøndal úr Flensburg-Handewitt er fyrstaval á vinstra vongi, men sannlíkindi eru fyri, at Blonz fær møguleikan í løtum í kvøld. Jóhan á Plógv Hansen situr eisini aftanfyri ein vong úr týska stórfelagnum. Lasse Svan spælir vanliga hinumegin Jøndal. 35-ára gamli høgri vongurin stendur vanligt fyri knúsandi stabiliteti, men higartil hevur endaspælið ikki hilnast so væl. Svan misnýtti tríggar upplagdar møguleikar ímóti Eysturríki, og varð avloystur av Jóhan á Plógv Hansen eftir 18 minuttir. 

Møguliga er spælitíð fyri framman hjá Jóhan á Plógv í avgerandi dystinum í kvøld. Liðini kenna væl hvønn annan; tað sigur nógv, at í hópinum hjá Flensburg eru fimm danskir landsliðsleikarar og fýra norskir. Til dagliga eru størstu stjørnirar hjá londunum, Mikkel Hansen og Sander Sagosen, eisini liðfelagir í París. Spuringurin er so:  Hvør hevur yvirtakið í kvøld? 

Hjá Danmark er vinstri vongurin Casper U. Mortensen ivasamur vegna trupulleikar í knænum. 

Bólkur C:
Norra 8
Danmark 8

Tunesia 4
Eysturríki 2
Kili 2
Saudi Arabia 0


19.15: Danmark - Norra (DR 1)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder