Fótbóltur

Skansin útseldur til dystin móti Malta

Tað gongur eisini væl við søluni til restina av Tórsvølli.

Skansin er til reiðar til Føroyar-Malta. Myndin er frá dystinum móti Andorra í september í fjør
(Mynd: Sverri Egholm)

Skansin er til reiðar til Føroyar-Malta. Myndin er frá dystinum móti Andorra í september í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-28 06:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjáramorgunin varð kunngjørt hvussu 23-mans hópurin til dystirnar móti Malta og Kosovo fer at síggja út. Føroyska A-landsliðið hjá monnum leggur út á Tórsvølli næsta fríggjakvøld, 7.september, tá Malta verður á vitjan.

Tað verður ein útseld Skansa-sektión, ið bíðar maltesum. Útvið 150 mælskir føroyskir áskoðarar fara at royna at hjálpa landsliðnum fram móti sigri. Seint í gjárkvøldið kunngjørdi Skansin, at tað er útselt til dystin. 

Sølan til restina av Tórsvølli gongur eisini væl. FSF boðar frá, at ferð veruliga er komin á aftaná úttøkuna í gjár, og at yvir 2000 fólk hava keypt atgongumerki. Fótbóltssambandið roknar við, at tað verður útselt í vikuni.

Frá FSF frætta vit eisini, at arbeitt verður við gera nytt fjepparaøkið, ið serliga er ætla børnum og ungum, so tað verður eitt enn størri upplivilsi at fara til landsdyst.

Tórsvøllur, í verandi líki, tekur áleið 3500 áskoðarar. Atgongumerki til Føroyar- Malta kunnu keypast á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder