placeholder
Fótbóltur

Skeið fyri vaktarfólk til fótbóltsdystir

Í september fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri skeiði, ætlað vaktarfólkum til landsdystir og aðrar fótbóltsdystir.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-28 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF skrivar á heimasíðu sínari:

Skeiðið er eitt sonevnt “UEFA Steward Course”, ið er býtt upp í fleiri partar. Millum annað verða hesi evni umrødd:

- At vera Steward (enska orðið fyri vaktarfólk til dyst)

- Tænastuveiting og samskifti

- Fyrstahjálp

- Brunatrygd

- Arbeiðsbýti til dyst

- Hvussu ert tú sum vaktarfólk

- Evakuering og neyðstøður

- Ymiskar støður, ið kunnu fyrikoma

Skeiðið er yvir tvey vikuskiftir: Fyrri parturin er fríggjadagin 14. september og leygardagin 15. september Seinni parturin verður fríggjadagin 28. september og leygardagin 29. september 

Skeiðið, ið er ókeypis, er ætlað øllum, sum arbeiða sum vaktarfólk til dystir, ella sum hava áhuga fyri hesum.

Skeiðshaldarar vera Martin Berg, Hallgrím Hansen, Helgi Justinussen, Jan Otto Holm og Terji Nielsen.

Tilmelding og lesa meira á www.fsf.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder