Tað eru 67 ár síðani, at Sveis seinast spældi eina fjórðingsfinalu í einum endaspæli. 26. juni 1954 vann Eysturríki 7-5 á grannunum í Lausanne, og harvið komu HM-vertirnir ikki í hálvfinaluna. Fríggjadagin skulu sveisarar spæla EM-fjórðingsfinalu í Sankta Pætursborg móti Spania, ið eisini spældi 120 minuttir í dag. Hetta er greitt eftir óvæntað og flotta sigurin hjá Sveis á Fraklandi í kvøld.
Tað sigst, at snarljósið ikki rakar sama stað ella sama persón tvær ferðir. Hetta er eitt gamalt orðafelli. Tað er ikki heilt rætt, men oddsini eru ógvuliga høg, og tað er ikki ofta, at fótbóltsheimurin sama dag fær tveir heilt framúr dystir, ið báðir enda 3-3 eftir vanliga leiktíð, og har so nógv eygu eru vend ímóti hesum dystunum.
Les eisini: Átta mál og átta ymiskir málskjúttar í ótruligari áttandapartsfinalu í Keypmannahavn
Tá Paul Pogba úr áleið 25 metrum krúllaði bóltin í málhornið á ógvuliga vakran hátt, tyktist alt avgjørt á Arena Nationala. Eitt korter restaði í av vanligari leiktíð í rumenska høvuðsstaðnum, og vælleikandi franski miðvallarin hevði júst økt til 3-1 fyri fronsku favorittarnar. Les Blues hevði yvirtakið, men Sveis gav ikki upp og fekk við tveimum málum syrgt fyri, at dysturin fór í longda leiktíð.
Fyrst var tað Haris Seferovic, ið fyri aðru ferð sló til við góðum stútara. Tað var eftir innlegg frá innskifta lívliga høgra bakinum Mbabu. Fraklendingar vóru nú kroysti, og løtu síðani varð eitt mál hjá Mario Gavranovic kolldømt fyri rangstøðu. Men beint sum vanliga leiktíðin byrjaði javnaði áleyparin úr Dinamo Zagreb. Hann fekk bóltin frá liðformanninum Xhaka, ið varð kosin dagsins leikari, men sum fekk gult kort, sum ger at Arsenal-miðvallarin ikki veðrur tøkur til fjórðingsfinaluna. Sveisarar høvdu vunnið bóltin av Pogba á miðjum vølli, og Gavranovic setti Kimpembe av, áðrenn bólturin varð skotin í málið av brotsteigarmarkinum til 3-3.
Tað tykist vónleyst hjá Sveis, ið tó ikki gav upp, og tá Seferovic aftur fann pláss í brotsteignum, fekk eitt gott innlegg og megnaði at stúta bóltin framvið Lloris fyri aðru fer í dystinum, var alt opið aftur (Mynd: EPA)
Tað eydnaðist eisini hjá Gavranovic at seta Kimpembe av og síðani smekka bóltin í málið (Mynd: EPA)
Áðrenn hetta hevði liðið hjá Vladimir Petkovic veruliga merkt, hvussu skjótt tað gongur í fótbólti. Sveis var omaná í fyrra hálvleiki móti favorittunum, og kom á odda eftir eitt korter, tá vinstri vongbakkurin Steven Zuber lyfti bóltin innfyri, har Seferovic gjørdi arbeiði liðugt. Clement Lenglet royndi at dekka hann upp, men tað megnaði Barcelona-leikarin ikki. Hann byrjaði óvæntað inni, og Frakland spældi óvæntað 3-4-1-2, eins og Sveis. Hetta riggaði ikki hjá Les Blues, ið fyri uttan nakrar Mbappé-støður og einum skoti frá vinstra vongbakkinum Rabiot ikki gjørdist vandamikið fyri stegðin.
Í 54. minutti sendi maðurin í VAR-rúminum høvuðsdómaran út at hyggja, og hann gjørdist skjótt greiður yvir, at Pavard hevði felt Zuber beint innanfyri brotsteigarmarkið. Ricardo Rodriguez hevði møguleikan at økja til 2-0, men Hugo Lloris bjargaði væl. Fimm minuttir seinni var 2-1 til Frakland. Heimsmeistararnir fingu eftir bjargingina frá liðformanninum av álvara flog og næstu tjúgu minuttirnar, spældu teir í bláum heilt væl. Tað var Benzema, ið innan stutta tíð sló til tvær ferðir. Fyrsti var tað eftir skjótt spæl, at Mbappé prikaði bóltin víðari til Real Madrid-áleyparan, ið onkursvegna fekk bóltin við sær, og síðani smekkaði hann í málhornið. Í samband við 2-1 málið fann Mbappé snilt Griezmann, ið legði bóltin væl yvirum til Benzema, og nummar 19 stútaði bóltin í netið. Griezmann varð skiftur út, tá støðan var 3-1, og Benzema noyddist út tíðliga í longdu leiktíðini.
Lloris gav Fraklandi nýtt lív í vanliga dystinum. Í brotssparkskappingini eydnaðist tó ikki liðformanninum at halda nøkrum skoti úti (Mynd: EPA)
Eins og ímóti Portugal skoraði Benzema tvær ferðir, so Frakland vendi 0-1 til 2-1, men hetta var ikki nóg mikið, tá samanum kom (Mynd: EPA)
Drama úr ellivu metrum
Í longdu leiktíðini kom einki mál, men tað vóru fraklendingar, ið vóru nærri við. Serliga var tað í 2. hálvleiki, at liðið hjá Deschamps var omaná. Innskifti Giroud hevði ein góðan stútara, ið Yann Sommer helt væl, og so hevði Mbappé tveir góðar møguleikar. Fyrst fekk hann bóltin útfrá frá innskiftaranum Marcus Thuram, syni Lilian Thuram ið hevur flest landsdystir fyri Frakland, men skotið var ov veikt. Løtu seinni fann Pogba 10'aran til vinstru í brotsteignum við góðari alvering, men ístaðin fyri at royna at leggja bóltin inn við høgra beininum, royndi PSG-leikarin seg við vinstra beininum, men tað gjørdis ov spíkst.
Í brotssparkskappingini vóru átta útav teimum fyrstu níggju brotsspørkunum ógvuliga trygg - Lloris hevði hondina á tí frá Vargas, men bólturin sníkti seg í málið. Sveis hevði skorað uppá síni fimm, og so trein Mbappé fram. Stórar vónir vóru til 22-ára gamla hvirluvindin úr París undan kappingini, men hóast hann hevur verið við í nøkrum málum hjá Fraklandi, so hevur hann ikki liva upp til vónirnar. Tá tað stóð á í kvøld, var Kylian Mbappé ikki nóg tryggur; Yann Sommer las hann, og so byrjaðu veitslan í sveisisku leguni.
Skotið, ið gjørdist avgerandi (Mynd: EPA)
Sveisisku leikararnir fóru beinanvegin oman í hornið at fegnast við sínum áskoðarum (Mynd: EPA)
Mbappé kundi av álvara irða seg í kvøld...
...meðan Petkovic varð fagnaður á ymsan hátt (Mynd: EPA)
Hetta er fyrstu ferð, at Sveis er í einari fjórðingsfinalu í EM, og tað er fyrstu ferð í fýra royndum, at Sveis vann eina brotssparkskapping. Síðani 1994 hevur landið í Miðevropa verið í fimm áttandapartsfinalum. Nú glapp tað, tá tað snúði seg um ein knock-out dyst, og hetta var ímóti heimsmeistarunum. Sjálvsrannsakanin er farin í gongd í Fraklandi, og nú er nógv vinnandi fyrrverandi liðformaðurin á landsliðnum, og venjarin sum hevur ført Les Blues til tvær finalur og eitt gull undir einum ávísum trýsti. Hinvegin er Petkovic ein hetja í Sveis.
Talan er um eitt úrslit, ið nógv vóru tikin av bóli av, og eitt serstakt fótbóltskvøld við yvir fýra tímum av fótbólti, ið helst fer at standa sterkt í minninum hjá heilt mongum kring Evropa leingi.
Áttandapartsfinalur
Í dag - mánadagin 28.06
Arena Nationala, Bukarest
20.00: Frakland - Sveis 3-3(0-1) eftir vanliga leiktíð - 7-8 eftir brotssparkskapping
15' Haris Seferovic 0-1
57' Karim Benzema 1-1
59' Karim Benzema 1-2
75' Paul Pogba 1-3
81' Haris Seferovic 2-3
90' Mario Gavranovic 3-3
Brotssparkskapping:
3-4 Mario Gavranovic
4-4 Paul Pogba
4-5 Fabian Shär
5-5 Oliver Giroud
5-6 Manuel Akanji
6-6 Marcus Thruam
6-7 Ruben Vargas
7-7 Presnel Kimpembe
7-8 Admir Mehmedi
Yann Sommer bjargar skotroynd frá Mbappé
Parkin, Keypmannahavn
Kroatia - Spania 3-5 eftir longda leiktíð (3-3 eftir vanliga)
20' Sjálvmál 1-0
38' Pablo Sarabia 1-1
57' Cesar Azpilicueta 1-2
77' Ferran Torres 1-3
85' Mislav Orsic 2-3
90 (+2)' Mario Pasalic 3-3
100' Álvaro Morata 3-4
103' Mikel Oyarzabal 3-5
Les eisini: Átta mál og átta ymiskir málskjúttar í ótruligari áttandapartsfinalu í Keypmannahavn
Í morgin - Týsdagin 29. juni (Seinastu áttandapartsfinalurnar)
Wembley, London
17.00: Ongland - Týskland
Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald