Tríggir teir fyrstu dystirnir í Betrideildini byrjaðu klokkan 17 og eftir teir leypa serliga úrslitini í Streymnesi og í Fuglafirði í eyguni.
07 Vestur hevði tveir sigrar á rað undan dagsins dysti, men EB/Streymur hevði meira at spæla fyri og tað sást. Liðið hjá Sigfríði Clementsen var í hopla, og skoraði trý mál fyri steðgin og trý mál eftir steðgin - serliga Dabo var í hopla. Sundalagsmenn settu vágamenn uppá pláss og eru nú omanfyri niðurflytingarstrikuna. 6-0 sigurin hevur eisini stóra ávirkan á málúrttøkuna, sum kann gerast týðandi.
Sengalbúgvin skoraði tvær ferðir og legði upp til eitt mál, tá EB/Streymur í kvøld vann heili 6-0 (Mynd: EB/Streymur)
ÍF er framvegis væl undir strikuni, men fuglfirðingar fingu í dag sín fyrsta sigur. Hann var móti HB, sum eftir annað tapið hesa vikuna og ta fjórða innan sjey dystir ikki longur kann roknast sum ein FM-biðil. Hálvfinalusigurin í Sarpugerði kostaði dýrt.
Í dag var HB á odda til 89. minutt. Síðani javnaði Uros Stojanov og í longu yvirtíðini gekk heilt galið hjá HB, meðan ÍF fekk løn fyri stríðið. Í 97. minutti fekk Hanus Sørensen reytt kort fyri kjaftaslit, og minuttin seinni kostaði eykamálverjin Rasmus Nilsson aftur. Tað var jagstrandi Boga Reinert-Petersen, hann skeyt í, og so var frøi í Fløgugerði - tó ikki á Sormani og hansara monnum. HB-venjarin var farin í skiftingarrúmið beint frammanundan.
Víkingur hevur á við sigursrøðini: 11 á rað, 32 sigrar í seinastu 33 Betrideildardystunum og nú níggju stig niður til KÍ og HB - síðstnevnda hevur spælt ein dyst fleiri.
Tað tók 63 minuttir at fáa hol á móti NSÍ, sum stríddist væl ímóti í Sarpugerði. Olaf Bárðarson og Sølvi Vatnhamar høvdu stórar møguleikar fyri steðgin, men var tað 18-ára gamli Árni Nóa Atlason, sum avloysti skadda Geza Turi, sum legði Viking á odda.
Innskiftu Jákup Johansen og Jørgen Nielsen staðfestu sigurin seint í dystinum. Tað angar av gulli í Sarpugerði, nú landsliðsstegður er.
B36 og B68 spæla í løtuni í Gubdadali. Tann dysturin byrjaði klokkan 18:30.
EB/Streymur - 07 Vestur 6-0 (3-0)
7’ Boubacar Dabo, br. 1-0
19’ Boubacar Dabo 2-0
27’ Bergur Poulsen 3-0
66’ Jens Erik Bruhn 4-0
77’ Jóhann Hansson Joensen 5-0
89’ Tóki Johannesen 6-0
ÍF - HB 2-1 (0-0)
48’ Mathias Voss 0-1
89’ Uros Stojanov 1-1
90 (+8)’ Bogi Reinert-Petersen 2-1
Reytt kort: Hanus Sørensen (90+7)
Víkingur - NSÍ 3-0
64’ Árni Nóa Atlason 1-0
80’ Jørgen Nielsen
90 (+4’) Jákup Johansen 3-0
18.30: B36 - B68 (1-0)
17’ Mattias Hellisdal
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald