Arbeiði at skifta graslíkið á fótbólts vøllinum í Sarpugerði í Norðragøtu er byrja.
Víkingur vann 1-0 móti B36 á vøllinum í gjár, og í morgun byrjaðu tey í Gøtu at taka níggju ára gamla fraslíki av. Sagt verður, at arbeiðið hevur gingið væl, og verður liðugt í dag.
Nýggja graslíkið verður lagtá í næstu viku. Graslíkið er av merkinum DOMO.
Vøllurin í Sarpugerði er fyrsti stóri fótbóltsvøllur í Føroyum við umhvørvisvinarligu Cork Natura fyllu.
Tað er Føroya Møblasøla sum umboðar DOMO Sportsgras í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald