
Eitt uttanfrá óvæntað skifti er farið fram millum tvey Betrideildarfeløg. Tað er millum báðar uppflytararnar - tey bæði Suðuroyarfeløgini.
Olivur Renéson Thomsen spældi síðsta vikuskifti venjingardyst við TB. Hann er uppvaksin í felagnum og var í fjør ein rímiliga týðandi partur í uppflytingini hjá TB.
Ungi tvøramaðurin spældi, sambært FaroeSoccer, í 25 av 27 dystum í 1. deild og skoraði 6 mál; harav tvey í sigrum seinastu trimum umførunum, tá TB var í gongd at tryggja uppflytingina. Eisini skoraði Olivur í steypadysti móti FC Suðuroy.
Olivur Renéson Thomsen, nummar 7, fegnast eftir brotssparksmálið hjá Samudeen Musah, sum endaliga sendi TB upp í Betrideildina aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Vongurin, sum eisini kann spæla á øðrum álopskendum plássum, skrivaði tó ikki undir við TB fyri 2025. Hann skal ístaðin spæla fyri FC Suðuroy í ár. Hesum hevur felagið í sunnara helvt í Suðuroynni fyri løtu síðani boða frá.
- Olivur er 19-ára gamal, og hóast hann er uppvaksin í TB, so spenna røturnar eisini suðureftir. Tað er við stórari gleði, at vit kunngera, at Olivur Renéson Thomsen hevur gjørt sáttmála við FC Suðuroy fyri kappingarárið 2025.
Harvið legst hann afturat spennandi ungu spælarunum, sum FC Suðuroy hevur á fremstu plássunum. Hesir skulu nú royna seg í fremstu røð í føroyskum fótbólti. Olivur Thomsen hevur sum nú er 25 dystir á baki í Betrideildini. Hetta frá 2023 og 2021.
Tvøramaðurin, ið eisini hevur fleiri U-landsdystir á baki, er annar nýggi spælarin hjá uppflytarunum. Vinnararnir av 1. deild hava eisini fingið amerikanska verjuspælaran Hunter Bell, úr B71, í hópin. FC Suðuroy tapti um vikuskifti 9-0 í venjingardysti í Runavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald