Annað

Skipa fyri padel-kapping millum jól og nýggjár

28. desember verður stór padel-kapping í Havn.

(Savnsmynd: Havnar Bóltfelag)

(Savnsmynd: Havnar Bóltfelag)

2025-12-22 21:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

28. desember verður skipað fyri stórari Padel-kapping "Kirvi Padel kapping", í gomlu prentsmiðjuni á Smyrilsvegi 13.

Talan er um tvær kappingar. Eina A-kapping fyri royndar spælarar og eina B-kapping fyri óroyndar.

Spælarar melda seg til út frá egnari meting, men seinni verða teir styrkismettir, siga fyriskipararnir frá Padel Forum Føroyar.

32 lið og 64 luttakarar kunnu vera við og upplýsingar um tilmelding sæst á Instagram síðuni hjá Padel Forum Føroyar.

B Kappingin er frá kl. 12:00-17:30

A Kappingin er frá kl. 17:30-23:00

Fólk eru vælkomin at hyggja meðan kappingin er. Tað er ókeypis atgongd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder