Fótbóltur

Skipararnir í Fuglafirði halda fram á brúnni

ÍF hevur longt sáttmálarnar við Jan Ellingsgaard og Karl Løkin, sum eru galdandi til og við kappingarárið 2022..

Jan og Karl saman við formanninum, Georges Rouah (Mynd: if.fo)

Jan og Karl saman við formanninum, Georges Rouah (Mynd: if.fo)

2020-07-13 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hendan vikan, sum endar um nakrar fáar tímar, má sigast at verða ein tann besta einstaka ÍF vikan í longri tíð. Fríggjadagin fingu vit húsið handað, í dag vunnu vit 3 stig móti Skála og eftir dystin settu tveir av okkara leikarum sítt navn á sáttmála, sum er galdandi til og við kappingarárið 2022.

Soleiðis skrivaði ÍF á heimasíðu sínari í gjárkvøldið

30-ára gamli Jan Ólavsson Ellingsgaard hevur verið ársins leikari hjá ÍF tvey tey seinastu árini. Liðformaðurin spældi í gjár sín dyst nummar 250 í bestu deildini hjá monnum. 225 av teimum hava verið fyri barndómsfelagið - 25 fyri NSÍ í 2017.

Jan Ellingsgaard: Tungi gongutúrurin verður ikki saknaður (Video)

Karl Abrahamsson Løkin hevur spælt næstan eins nógvar dystir, 236, í fremstu røð, og eins og Jan hava teir flestu av hesum verið við Fløtugerði sum heimavølli. Karl er aftur í ár varaliðskipari hjá ÍF, og 29-ára gamli sentrali miðvallarin er ein lyklaleikari hjá ÍF, sum liggur á 6. plássi í Betrideildini við 19 stigum fyri 12 dystir.

Sí eisini: 
Video: Stór betring frá bingjunum
Uros er nú toppskjútti
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder